Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Tuva Åserud / NTB

VG.NO: Drúgva samrøða við Mikkjal Thomassen

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  01.04.2024 - 12:41 Ítrottur Tíðindi

Fredrikstad tók øll á bóli í fjør, tá ið teir vunnu OBOS-deildina í Norra. Í dag kl. 13.30 skulu teir spæla fyrst dystin í Elitu-deildini. Tað er 10 ár síðani at liðið spældi í bestu norsku deildini, og tað hevur VG.NO gjørt nógv buturúr.

VG.NO hevur gjørt eina drúgva samrøðua við Mikkjal Thomassen, nú startskotið til nýtt kappingarár í bestu norsku deildini verður skotið av kl. 13.30 í dag. Fyrsti dysturin er á heimavølli og verður tað eingin annar enn Bodo/Glimt, ið Fredrikstad skal møta.

Bodo/Glimt kenna tey flestu frá Djúpumýri, tá ið KÍ spældi ein framúr dyst, og hóast MIkkjal vanliga var høvusvenjari, so var tað Agnar Prestá, ið stóð á síðulinjuni hendan dagin, av tí at Mikkjal hevði leikbann.

Í langari samrøðu við VG.NO Mikkjal greiður Mikkjal millum annað frá hvussu hann sær móttsøðuna, nú liðið er flutt upp í bestu norsku deildina. Hann setir eisini nøvn á nakrar spælarar, ið hann væntar serliga nógv av í ár, og sum fótbólts-Norra fer at fáa eyguni upp fyri.

Jóannes Bjartalíð tók eisini OBOS-deildina við storm í fjør, og einki er at ivast í, at hann aftur í ár fer at vera ein av berandi kreftunum hjá Fredrikstad í bestu deildini.

Samrøðun við MIkkjal Thomassen er rættiliga drúgv og kemur hann eisini inn á tíðina í KÍ, hvussu hann fyrireikar og hvat Fredrikstad hevur raðfest, nú liðið fyri fyrstuferð í 10 ár skal royna seg aftur í bestu norsku deildini.

Sum sagt, er verður fyrsti dystur spældur í dag kl. 13.30 og er hann móti Bodo/Glimt.

Øll greinin kann lesast á hesari leinkjuni, við at trýsta HER.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur