Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.04.2024 - 15:29 Tíðindi Veðrið

Tað hevur verið eitt fitt lot av útsynningi í dag. Lotið hevur verið lýtt - upp í 10 stig onkrastaðni. Fyrrapartin var samdrigið og ælaveður, men seinnapartin hevur verið yvirhøvur turt, og sólglottar hava verið kring landið.

Tað hevur verið eitt fitt lot av útsynningi í dag. Lotið hevur verið lýtt - upp í 10 stig onkrastaðni. Fyrrapartin var samdrigið og ælaveður, men seinnapartin hevur verið yvirhøvur turt, og sólglottar hava verið kring landið.

Seinnpartin er ættin farin niður í útsynningi, meðan eitt brúgvalag við nógvum regni er á veg av útsynningi. Í skrivandi løtu er tað statt einar 150 fjórðingar úr Føroyum og skuldi verið her um einar 2 ella 3 tímar. Tað sæst enn ikki veðurradaranum.

Vit skulu rokna einum frískum loti sunnaneftir og nógvum regni í kvøld. Vindferðin verður um 10 til 15 m/s. Um midnáttarleitið fer ættin at støkka upp í vestan, og eina løtu eftir tað veskur vindurin upp í 15 til 20 m/s. Hvirlurnar vera nakað harðari enn tað. 

Nakrar tímar eftir midnátt fer vindurin at minka. Um uppfaringartíð í morgin er vindferðin komin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Í morgin er eitt lítið lot av ymsum ættum, upp í 8 m/s, skiftandi skýloft við ælaveðri. Luftin er nokkso óstøðug, so vit kunnu eisini rokna við onkrum heglingsæli. Hitin í morgin 2 til 6 stig.

Sunnumorgunin er eitt lítið lot norðan við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Sum dagurin gongur fer ættin niður í landsynning, tað verður smáskýggjað og yvirhøvur turt. Sunnukvøldið 5 til 10 m/s av landsynningi, smáskýggjað og ælaveður. Hitin sunnudagin millum 1 og 6 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gongur móti ljósari tíðum
Nógvir KÍ-leikarar á lands­liðnum
Nú skulu stóru sløgini standa
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpið!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Hugnakvøld í Skálanum
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Lýsing