Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.04.2024 - 21:53 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer eitt hátrýst at menna seg yvir havleiðini millum Evropa og Norðuramerika. Lágtrýstini fara at taka eina leið av eysturstrondini í USA norður ímóti Kappanum og haðani eystureftir ella í landsynning ímóti Norðsjónum.

Veðrið í Føroyum fyrra part av vikuni fer at vera køli við vetrarligum ælingum, men í miðvikuni og frameftir fara lágtrýst at órógva myndina eitt sindur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Veksandi vindur upp í 10 til 15 m/s  av norði. Um kvøldið gongur hann niður í útnyrðing. Skýloftið er skiftandi við onkrum æli av og á, um náttina kanska vátakavi ella kavi. Hitin fer at liggja millum 3 og 7 stig, men um náttina niður ímóti frostmarkinum.

Týsdagin:

Ættin millum norðan og útnyrðing, 10 til 15 m/s. Seinni minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s og fer at liggja millum norðan og landnyrðing. Skýloftið skiftandi við ælaveðri, har sum vátakavi ella kavi kunnu vera uppií. Um náttina minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, loftið meira skýggjað, og bert okkurt ælið við vátakava ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig um dagin; um náttina millum frostmarkið og 3 stig.

Mikudagin:

3 til 8 m/s av ymsum ættum ella av landsynningi. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina veksandi vindur av suðuri og útsynningi upp í 8 til 13 m/s, loftið verður skýggjað og so fer at regna vestaneftir. Hitin millum 3 og 6 stig.

Hósdagin:

8 til 13 m/s sunnaneftir ella av útsynningi, seinni snarandi í vestan og veksur vindin upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið og náttina 10 til 15 m/s vestaneftir, seinni av útnyrðingi. Tað verður eitt sindur klárari, men tó enn okkurt ælið við vátakava. Hitin um 8 stig um dagin, men fellur niður ímóti frostmarkinum um náttina.

Fríggjadagin:

8 til 13 m/s av útnyrðingi, seinni minkandi niður í 3 til 8 m/s, og ættin fer í eystan og landsynning. Skiftandi skýloft við sólglottum, men eisini ælaveður við vátakava ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig; um náttina niður í frostmarkið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)