Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svar til Anniku S. Biskopstø - skeiv tøl

SKRIVAÐ: Atli S. Justinussen  |  14.04.2024 - 22:56 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Góða Annika.

Nú tú kemur við ágangi á Havna- og Vinnunevndina um at hon ger sítt arbeiði til lítar, so havi eg hug at gera nakrar viðmerkingar.

Tú heldur at vit brúka eina avgerð hjá Heilsunevndini um grøn átøk, til at gera íløgur í kommununi. Er hetta ikki at blanda tingini saman?

Eg kann upplýsa fyri tær sum býraðslimi, at vit í Havna- & Vinnunevndini, hava samtykt at keypa dráttir runt um á Vágni, so vit eitt nú kunnu gera gongugøtur runt um Vágna. Og fyri at kunna gera gongugøtur, so mugu vit framleiða og knúsa grót.

Orsøkin til at vit hava útvegað okkum ein grótknúsara er fyri m.a. at hugsa meira grønt.

1. Tað er ein stuttflutt vøra
2. Vit framleiða vøruna lokalt og leggja tískil lønina fyri framleiðsluna lokalt
3. Vit sleppa frá at koyra tilfar úr Eysturoynni fyri uml. 700 túsundkrónur árliga. Hetta er gjørt í fleiri ár.
 

Mær dámar ikki, at tú kemur vid villeiðandi tølum um grótknúsarin. Taðer ikki rætt, at hann kostar 1,5 mió árliga. Rætta talið er 1 mió. - Og sum sagt fyrr, so hava vit brúkt útvið 700 túsund krónur árliga at fáa koyrt grót til Klaksvíkar. Hetta er bert til flutning og fer meginparturin av hesum til CO2 útlát.

Um vit sjálv knúsa grótið í Klaksvík, so fáa vit eisini størri vinning av hesum. Hetta fíggjar grótknúsarin og gevur arbeiði í kommununi. Um vit skulu hava ein væl virkandi bý/kommunu, so mugu vit hava framburð. Hetta átakið ger tað eisini lættari at byggja her um leiðir og sofáa vit fleiri nýggjar íbúgvar.

Eg veit ikki, hvat tú hugsar við at siga, at vit fáa ongan framburð. Framburður kann jú eisini verða á ymsum økjum.

Mær vitandi eru flest øll í býraðnum fyri grønum loysnum við gongugøtum og trøum.

Og tú veist væl, at um vit skulu fáa nýggj ting her, so mugu vit eisini raðfesta. Soleiðis at vit fyrst mugu fáa nýggjar inntøkur, fyri síðani at brúka tær uppá okkurt skilagott.

Tí fegnist eg eisini um, at okkara dugnaligu fólk hava verið uttanlandaog marknaðarført Klaksvíkar Kommunu. Rætt gjørt, gevur hetta okkum nýggjar og størri inntøkur, sum síðani kunnu brúkast til vælferð hjá okkara borgarum.

Atli S. Justinussen
Varaborgarstjóri
Formaður
Havna & Vinnunevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum