Lýsing
Lýsing
Lýsing

Má metast sum ágangur móti heilsustarvsfólki

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  15.04.2024 - 14:14 Lesarabrøv Politikkur

Í januar mánað bórust tíðindi í fjølmiðlunum um, at fleiri læknar høvdu verið fyri ágangi av ymiskum slagi og sendi Læknafelagið, vælskiljandi, út yvilrlýsing, har hesin ágangur var átalaður.

 

 

Nú tykist talan at vera um annan ágang:

Undir viðgerðini av uppskotinum um ”Fría fosturtøku” vísti løgtingsmaðurin Helgi Abrahmasen, á, at uppskotið hjá Kára Bjarnason Petersen, í stóran mun var ein avskrift av ásetingini í donsku ”Sundhedsloven”, MEN, at har var eitt stór undantak, sum ikki er tikið við í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, nevnliga, tað sum stendur í grein 102 í ”Sundhedsloven”:

“Læger, sygeplejersker, jordemødre, sygehjælpere og social- og sundhedsassistenter, for hvem det strider mod deres etiske eller religiøse opfattelse at foretage eller medvirke til svangerskabsafbrydelse eller fosterreduktion, skal efter anmodning fritages herfor. Tilsvarende gælder for personer, der er under uddannelse til et af de nævnte erhverv.”

 

Vælskiljandi spurdi Helgi, hví júst hetta var tikið burturúr, tá man annars hevði nýtt donsku lógina sum fyrimynd.

Eg og mong við mær spyrja tað sama.

 

Nevnda áseting í ”Sunhedsloven” kalla danir fyri ”samvitskuásetingin”.

 

Tað bæði undrar og harmar, at landsstýrismaðurin hevur valt ikki at hava nevndu áseting við í uppskotinum til føroysku lógina.

Tað, at hann(Bjarni K. Petersen) eftir øllum at døma ikki ynskir at heilsustarvsfólk skulu hava tað frælsið, sum danir, hóast alt, hava tikið hædd fyri í donsku lógini, er eftir mínum tykki einki minni enn ein ágangur móti heilsustarvsfólki. Móti teim, ”for hvem det strider mod deres etiske eller religiøse opfattelse at foretage eller medvirke til svangerskabsafbrydelse eller fosterreduktion”.

Ásetingin í grein 102 í donsku lógini forðar fyri at heilsustarvsfólk skulu kenna seg noydd at luttaka í fosturtøku inntrivi og gevur teim lógarásett frælsi til ikki at luttaka!

Hetta lógarásetta frælsi eigur sjálvandi eisini at fevna heilsustarvsfólk í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Áhugavert kundi verið at hoyrt, hvat avvarðandi yrkisfeløg siga um, at ”samvitskuásetingin” ikki er við í uppskoti landsstýrsins.

 

Tordur J. Niclasen

sjúkrarøktarfrøðingur

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin