Ikki neyðugt at hava landsumfatandi streymslit
Leygardagin hendi tað so aftur, aftur, aftur. Streymurin var vekk um alt landið uttan í Suðuroynni, har tey framvegis hava tað einasta rætta, nevniliga eina lokala streymveiting. Kommunufelagið eigur at fara í dialog við SEV um eina tilgongd at desentralisera streymin í Føroyum, soleiðis at økini verða knýtt í lokalar streymskipanir, í øllum førum sum backup.
(Leiðarin skrivaður mikudagin 10 apríl til blaðið - síðani leiðarin varð skrivaður hevur streymurin aftur verið vekk)
Tað verður sagt um uppfinnaran av lyklaringinum, at tað einasta hann í grundini hevði uppfunnið, var ein máta at missa allar lyklarnar burtur samstundis. Men har tað er ein skemtilig søga, er tað alt annað enn skemtiligt, at allur norðari og mittasti parturin í Føroyum skal verða knýttur í eina og somu streymveiting. Tí sjónligasta úrslitið av tí er bara, at øll missa streymin samstundis.
Íbúgvarnir norðantil í Føroyum, sum høvdu atgongd til battarídrivið útvarp á miðdegi leygardagin og hoyrdu tíðindasendingina í Kringvarpi Føroya, mundu uttan iva gerast kollektivt bilsnir, tá útvarpskvinnan spurdi mannin hjá SEV um orsakirnar til streymslitið, og hesin svaraði aftur, at tað var “vegna ódnarveðrið” ella illveðrið. Tí veðrið var als ikki ringt tá. Tað var við øðrum orðum eitt illveður onkra heilt aðrastaðni, sum gjørdi, at Eysturoy og Norðoyggjar mistu streymin í góðveðri.
Tá ið SEV á sinni yvirtók Klaksvíkar Elverk, var greiða avtalan annars, at elverkið á Strond altíð skuldi hava mátt til at forsýna Klaksvík og Norðoyggjar. Men vaktin á Strond varð send til hús fyri at spara nakrar krónur í vaktarpengum. Í dag hoyrir onki fast mannskap til elverkið á Strond, og tað man vera týðiligt fyri øllum, at hetta er eitt stórt afturstig. Ikki at hava fast mannskap merkir, at fólk mugu kallast inn so hvørt, og tað vil alt annað líka eisini gera tað, at tíðin, streymurin er burturi, er tað longuri.
Tað eru bara 3-4 mánaðir síðani, at streymurin var burturi í fleiri tímar. Hetta var hin 15. desember 2023. Tá var streymurin fyrst burturi í tímavís, kom aftur í ein tíma ella so, og fór so umaftur í kanska 2 tímar. Og á hesum staði skrivaðu vit 8. februar í fjør um eitt drúgvt streymslit, sum tá vardi í hálvan fjórða (3½) tíma.
Hyggja vit við eygunum hjá forbrúkarunum av streymi, er tað sera ilt at fáa eyga á nakran fyrimun við, at meginparturin av Føroyum er avhangigur av Sundsverkinum. Vansarnir eru hinvegin týðiligir og stórir. Møguliga eru fyrimunir fyri fyrisitingina hjá SEV, tá tað kemur til at fáa roknskapin at hanga saman, men vit eru komin til tað punktið, har vit noyðast at spyrja, at um øll hesi drúgvu næstan-landsdekkandi streymslitini eru prísurin fyri at spara eitt sindur í stórdrift – er prísurin tá ikki ov høgur?
Júst hvør loysnin átti at verið, duga onnur at meta betur um, men ein gongd leið kundi verið at havt Suðuroy sum fyrimynd og havt líknandi skipanir, sum Suðuroyggin hevur nú, í hvørjari sýslu. Ein onnur loysn kundi verið at havt “backup”-skipanir í øllum sýslum, sum kundu setast til innanfyri rímiliga tíð, tá Sundsverkið breyt av; tað hevði so sjálvsagt kravt fast vaktarhald. Ein triði møguleiki kundi verið at havt fleiri interkommunalar eindir við hvør síni sjálvstøðugu streymveiting.
Tí tað er veruliga ikki neyðugt, at streymslit skulu vera landsumfatandi.