Lýsing
Lýsing
Lýsing
Teir rokna við at verða lidnir um tvey-tíðina í nátt og hava tá blandað og stoypt eini 750 m3 ella 1.800 tons av beton. Botnplátan er um 70 cm høg. | Mynd: Dávur Winther

Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  18.04.2024 - 23:45 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í allan dag hava menn frá Kanjon stoypt tað stóru betonplátuna undir hotellið við vágnna.

Teir byrjaðu kl. 8 í morgun og hava skipað seg í trý ymisk lið, so tað eina liðið uppá skift fær hvíld og matnáðir.

Seks betonbilar hava koyrt í allan dag, meðan tvær strórar pumpustøðir hava verið á byggiplássinum.

Teir rokna við at verða lidnir um tvey-tíðina í nátt og hava tá blandað og stoypt eini 720 m3 ella 1.730 tons av beton. Víddin á botnplátuni er um 1.200 m2 og er um 70 cm høg.

Betonplátan undir Varpinum, sum liggur á kotu 0, er 310 rúmmetrar ella 740 tons. So henda stoypingin í kvøld er so nógv tann størsta stoyping í Norðoyggjum og helst víð um eisini, sum er gjørd í einum taki.

Tað er stóra blandistøðin hjá Kanjon úti á Skarðhamri, sum hevur blandað alt betonið. Teir lata væl at, at tað hevur gingið sum eftir ánni í allan dag. Nú er rættiliga kalt í kvøld, men um tveir tímar skuldi verðið liðugt at stoypa, siga tveir kaldir Dennis og Jógvan Si.

Á tí fyrsta partinum, sum byrjað varð við at stoypa í morgun, kanst tú longu ganga, tí har er harðnað so mikið.

Jú, eitt væla arbeiði við góðum amboðum og skilamonnum afturat. Tá letur nógv seg gera!

Sí eisini "Hotellið farið í gongd".

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…