Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nøkur orð um Zakaris Klakstein

SKRIVAÐ: Elisabeth Joensen  |  29.04.2024 - 08:19 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Ærað veri minnið um okkara kæra Zakaris Klakstein

 

 

Góði Zakaris!

 

Sum heilt lítil var tú frískur og raskur og treivst væl, men tað vildi so illa til, at tú fekk virus, ið setti seg á heilan. Seinni fekk tú epilepsi at dragast við. Høgra lið gjørdist lamin. Hetta kom illa við og merkti teg alt lívið.

Tá ið tú kom í skúla, fylgdi stuðulin við, sum hevði verið um teg í barnagarðinum í tvey ár. Stuðulin fylgdi tær eisini tvey tey fyrstu skúlaárini. Hetta var ein tryggleiki hjá tær. Tit vóru sera góð bæði.

Tú var inni í tínum flokki viðhvørt, og tú var eisini í eini serstovu við eini tveimum ella trimum øðrum næmingum. Har var friðarligari enn í einum stórum skúlaflokki.

Floksfelagarnir vóru góðir við teg. Gentur úr flokkinum komu av og á inn í serstovuna at vitja teg, eins og tær spældu við teg og tóku sær væl av tær úti í garðinum í fríkorterunum. Tað dámdi tær væl.

Tá ið stuðulin gavst, vóru tað onnur, ið tóku yvir. Eg var ein teirra, sum var lærari/stuðul fleiri tímar í nøkur ár.

Vit bæði kendust einki frammanundan, men skjótt funnu vit stevið og skiltu hvørt annað.

Vit løgdu ætlanir fyri undirvísingina, men tað var ymiskt, sum tú var fyri, so ójavnt var, hvat kom burturúr, men vit loystu uppgávur, spældu spøl, lósu søgur, sungu, gjørdu rørslur/fimleik, okkurt handaligt, og vit bakaðu í køkinum. Tær dámdi best at baka smákøkur, sum tú vildi hava heim við at vísa mammu og pápa.

Tú var stillur og fittur. Stórvegis trupulleikar vóru ikki, um alt gekk tær eftir vild, men hendi okkurt, sum tær ikki dámdi, so fingu vit at vita tað. Tú gjørdi bart, østi teg og gnísti so hart, at vit máttu halda fyri oyruni.

Tú var erligur og støðufastur, Zakaris. Hjá tær var lívið nokkso svart og hvítt.

Tú var tungur fyri málinum, stamaði, og ofta var leingi at bíða, til tú fekk orðini fram, men tú fann uppá ráð. Tú fann okkurt lag og sang tað, sum tú hevði upp á hjarta. Tá bar betur til. Mangan samskiftu vit við at syngja tað, ið vit vildu siga.

Tær dámdi sang og tónleik. Tú bregðaði ikki úr ætt. Tú dugdi nógvar sálmar og sangir og dámdi væl at syngja.

Frá morgunstundini spurdi tú, nær matarsteðgur fór at verða. Tað vóru hugnaløtur hjá tær, og vanabundin var tú. Sami viðskeri skuldi vera á breyðflísunum hvønn dag, og glaður var tú, tá ið skons var í matdósini, sum tú segði, at Begga-mamma hevði bakað.

Tá ið tú skuldi fermast, gingu tit til prest í kirkjukjallaranum. Hetta var í skúlatíð, so eg var onkuntíð við tær. Tú fór glaður avstað, og tær dámdi væl at hoyra bíbliusøgur og at syngja.

Tað kom fyri, at tú hugdi spentur og smílandi uppá meg og vildi siga okkurt. Eg bíðaði í tolni, og so kundi tað vera okkurt vakurt og upplívandi, sum tú segði um meg, so eg gjørdist glað. Tá mátti eg geva tær eitt ordans klemm, men tú hevði “humor”, dámdi eisini at arga og við skálkabrosi kom okkurt speikst, sum t.d., at eg var tjúkk og sovorðið.

Tá spældi eg at verða kedd ella ill, og tá hevði tú vunnið og flenti hjartaliga og royndi at taka hetta uppaftur, men eg visti, at tú argaði bara til stuttleika.

Einaferð, eg hevði verið sjúk í nakrar dagar, kom vikarurin, ið hevði verið fyri meg, eftir gongini, og segði, at Zakaris bara sang um, at eg skuldi koma aftur í skúla.

Henda dagin var tú einsamallur næmingur í serstovuni. Hurðin stóð opin. Eg sníkti meg til hurðina, og har sat tú og vaggaði á stólinum og sang til lagið: “Góða mamma, eg vil sova”, og orðini vóru, at eg skuldi koma aftur.

Eg trein inn og helt fram við sama lag at syngja, at nú var eg komin. Tá hugdi tú upp, og eyguni lýstu. Tú rætti aðra hondina upp í loft og læt við fingrunum, sum tú plagdi at gera, tá ið góða lag var.

Hetta var bæði rørandi og fløvandi og fekk meg at kenna meg virðismikla.

Gott samanhald var í serstovuni. Har vóru hugnaligar og stuttligar løtur, har varð skemtað, og ofta flenti tú hjartaliga við. Øll vóru so góð við teg, Zakaris, - bæði vaksin og børn.

Eftir skúlatíð var tú í Dáanum nakrar tímar, og tú svav har okkurt vikuskifti. Tey vóru røsk at ganga langar túrar við tær og næstan í øllum veðri eisini. Tú orkaði væl at ganga og var næstan ein býarmynd.

Tá ið skúlatíðin var av, var tú á Verkstaðnum á Brekku, har tú slapp at royna bæði eitt og annað.

Tú flutti í Kelduskákið at búgva. Har vitjaði eg teg. Tú vísti mær runt í húsinum og vísti mær títt kamar. Har var hugnaligt, og eg skilti, at tú treivst har.

Seinasta summar helt tú 40 ára føðingardag heima, har nógv fólk vóru, og tú var sera glaður fyri dagin. Av serligum umstøðum bar mær tíverri ikki til at koma.

Tú hevði sera góð foreldur, ið tóku sær fyrimyndarliga av tær og altíð hugsaðu um teg og elskaðu teg yvir alt, eins og tíni systkin eisini gjørdu.

Tey vitjaðu teg, og tey tóku teg ofta heim. Tey fóru ymsastaðni við tær og høvdu teg við í kirkju. Nú helt tú páskir heima, og tú var í kirkju á páskum.

Eftir páskir ætlaðu tit biltúr til Havnar, sum tær dámdi so væl og gleddi teg til, men henda dag fekk tú eitt ógvusligt herðindi, datt við nakkanum niður í og endaði á Landssjúkrahúsinum.

Hóast læknarnir gjørdu, hvat teir kundu, so hevði tú fingið álvarsamt mein av løstinum, so har var einki at gera.

Prestur kom at hava andakt. Tit bóðu og sungu. Einaferð sovnaði tú stillisliga, meðan øll tíni kæru vóru rundan um teg.

Hevði tú bara vitað, Zakaris, hvussu nógv fólk komu at fylgja. Christianskirkjan var næstan fullsett, og vit sungu m.a., at best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur.

Tómrúmið er stórt, og tungir eru og verða dagarnir hjá tínum kæru. Tó syrgja vit ikki uttan vón, men vit trúgva, at tú nú ert hjá Jesuspápa, sum tú trúði á og sang um, har eingin pína og sjúka er meira, men har alt er gott. 

Góði Zakaris! Takk fyri alt, vit høvdu saman í álvara og gaman, og má Harrin troysta øll tíni í hesi sváru tíð.

Í skúlanum sungu vit m.a. ein fittan kvøldsang hjá Hans A. Djurhuus:

 

Sov blítt og søtt og droym um sól,

sum lýsir yvir garð.

Gud faðir, hann í himni er,

skal ansa eftir tær.

 

Tær einglar sínar sendir hann,

um vøggu standa teir,

tí kanst tú sova trygt og væl

og óttast einki meir.

 

Ærað veri minnið um okkara kæra Zakaris Klakstein.

 

Betta

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Lýsing