Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Metingar um 6. umfar

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.04.2024 - 11:11 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum)

Meðan Víkingur-B36 møtast, so hevur KÍ heimadyst móti B68.

Niðanfyri verður mett um 6. umfar í Betri Deildini hjá monnum.

 


HB-EB/Streymur

HB hevur verið eitt sindur óstøðugt fyrstu umførini, men tað tykist sum, at liðið yvirskipað er í menning undir nýggja italska venjaratoyminum. Á Svangaskarði sóu vit tó, at liðið eisini kann koma í trupulleikar móti lægru liðunum og tað kundi bent á, at enn manglar nakað í til at kunna vinna FM. Men móti betru liðunum hava vit sæð, at liðið hevur dygdir til teir dystirnar. EB/Streymur hevur fyrstu umførini avrikað betri enn stigatalvan sigur, tí liðið kundi fingið meir burturúr móti B68, 07 Vestur og NSÍ. Tí er ikki vist, at EB/Streymur fer at enda undir niðurflytingarstrikuni. Í hesum dystinum er HB greiður favorittur. Tipping: 1 (2-0)

 

 

 

07 Vestur-Skála

Hetta er ein áhugaverdur dystur millum tvey lið, sum síggja út til at verða væl fyri í ár útfrá fortreytunum. 07 Vestur hevur nýtt lið, har fleiri av leikarunum eru komnir væl frá byrjan. Skála er væl skipað og vísti móti KÍ, at liðið kann arga tey bestu á heimavølli. 07 Vestur skal vinna ein dyst sum hendan, men tað kann blíva torført, um Skála spælir verjukent og fær sítt verjuspæl at rigga, tí tá verður tað upp til 07 Vestur at skapa dystin. Hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tipping: 1 (2-1)

 


ÍF-NSÍ

ÍF hevur leikliga verið nógv vánaligasta liðið í deildini fyrstu umførini. Broytingarnar í hópinum hava viknað um liðið eins og væntað. NSÍ hevur fingið stigini, sum man kundi roknað við, men hevur manglað tað síðsta móti HB og KÍ. ÍF hevur tað við at knappliga gera ein vørr á heimavølli, men undir vanligum umstøðum eigur NSÍ at vinna hendan dystin. Tipping: 2 (1-3)

 


Víkingur-B36

Oddabrak í Sarpugerði millum tvey av bestu liðunum higartil í ár. Fyrstu umførini er nógv sum bendur á, at Víkingur kann fara allan vegin í ár, sum mong eisini mettu undan kappingini. Víkingar tykjast sera væl fyri, svangir og hava uppbygt sær neyðugu breiddina. Hesin dysturin kann koma at siga nógv, tí vinnur Víkingur her, so kann Víkingur í 9. umfari í Klaksvík næstan taka spenningin úr FM-stríðnum fyribils. Seinast hesi liðini møttust í Sarpugerði vann Víkingur 6-0. Hetta verður ein spennandi dystur við Víkingi sum favoritti. Tipping: 1 (1-0)

 


KÍ-B68

KÍ hevur longu stórt trýst á sær fyri at fylgja við serliga Víkingi í toppstríðnum. Tí mugu allir dystir móti niðaru liðunum vinnast, men tað verður ikki so lætt at gera slætt borð har, sum dysturin á Skála vísti. B68 hevur fyrstu umførini víst, at liðið klárar at geva teimum bestu mótstøðu. Tí kann hesin dysturin vísa seg at blíva javnari enn dystirnir millum hesi bæði ofta hava verið síðstu árini. Hjá KÍ verður týdningarmikið at fáa fleiri leikarar í gongd, tí fyrstu umførini hava tað verið alt ov fáir, sum hava víst sítt toppstig. Ein sum hevur víst seg frá síni bestu síðu er Páll A. Klettskarð, og tað kann aftur blíva hann, sum verður munurin her. Tipping: 1 (3-1)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið