Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gamla Seglhúsið ov lítið

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  20.04.2024 - 21:24 Mentan Myndarøð

Í dag læt listaframsýningin við Heðin Kambsdal upp í gamla Seglhúsinum. Væl áðrenn kl.16 stóðu fólk uttanfyri og bíðaðu til dyrnar lótu upp.

Sangbólkurin SUÐ sang, gott kjøt frá Eystfelli og annað gott til góman stóð á borðinum.
Dávur Winther formaður í Norðoya Listafelag hugleiddi um listina og listamannin.

Hølið var stúgvandi fult, gongin tað sama – Ja, heilt út í tún stóðu fólk og bíðaðu at sleppa inn.

Eftirspurningurin var har eftir og eftir lítlari løtu var alt selt. Heðin hevði uttan iva kunna fylt uppí Seglhúsið einaferð afturat.

Talan er um oljumálningar og hongur framsýningin uppi fram til 20. mai. Framsýningin kann vitjast yrkadagar frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudagar frá kl. 15:00 til 18:00.

Brot úr hugleiðingunum hjá Dáva:

Mótljósið

Heðin fór tíðliga at mála, eisini tí at hann dugdi grundhandverkið so frágera væl – hann dugdi og dugur so sera væl at tekna.

Oddfríður Haraldsen mundi keypa ein av fyrstu málningunum hjá Heðini, ið hann málaði sum 16 ára gamal til eina framsýning í Fuglafirði. Málningin kallaði Heðin, Gluggin. Ljósspælið, sum vit kenna tað, byrjaði longu tá.

Hetta temaið, gluggin, ljósið, glámlýsið, mótljósið og skuggin, sum stendst av ljósinum, hevur verið ein av sterku dygdunum í eyðkendu málningunum hjá Heðini – hvaðani kemur ljósið? Hvat ger ljósið?

Í listaheiminum verður snakkað um Clear / Obscure: Ljósop, ljósvídd, tað klára – í mun til at myrkja fyri, at krógva, at fjala, myrkur, skýmligur ella skýming.

Tá ið Guð segði ver ljós og tað varð ljós – ella tá ið Guð skapti ljósið, skapti hann samstundis skuggan. Hesi bæði hevur tú notið gott av og brúkt aftur og aftur í málningum tín.

Hetta er styrkin í málningum tínum. Eins og so mong onnur, var systknabarnið hjá tær, Frits so hugtikin av tí hann kallaði mótljósið í málningum tínum, sum tú dugur at mana fram.

Tá ið ein flata kemur upp fyri ljósið, ja so legst skýggin á, sum ger myndina meira rúmliga ella trýdimensionella.

Í fluttari merking vóru við ljósinum eisini skapt mótsetningar ella paradoksir: Tað ljósa og tað myrka. Tað lætta og tað tunga. Gleðin og sorgin. Tað klára og tað grugguta. Látur og grátur o.s.fr.

Hetta eru klassisk tema, sum fleiri listafólk hava fingist við gjøgnum tíðirnar. Teirra millum Rembrant. Heðin megnar hetta kynstrið á ein heilt serligan hátt.

Vit hava eitt serligt lýsi í Føroyum, sum ger tað serliga avbjóðandi at endurgeva í listaheiminum. Men tað dugur tú!

Onkuntíð eru tað fjøll ella fjallarøðir, sum hjána ella fána burtur í ljósinum hjá Heðini, har ljósið tó stendur eftir. Hetta eru sterkar listardygdir, ið Heðin dugir sum fáur. Hann hevur t.d. ofta málað Raktanga í hesum lýsinum.

Tú dugir eisini at fáa fólk at smílast – tá ið tú m.a. málar drotningina í heimligum umhvørvi við eini Prince í munnklovanum, ella saman við eini ær hjá Arnold Øre. Ja, og hví ikki pávan heima á Sandinum í miðbýnum í Klaksvík?

Ella tú fært fólk at øtast og ræðast, har tú við tínum ljós/myrkur-kynstri málar dreingin, sum friðarliga letur sær siga at fara innum portrið til týningarleguna.

Her er tað aftur ljós/myrkur-spælið, sum ger myndina óhugnaliga og beinrakna. Bringan á byrsumanninum í tíningarleguni og byrsumúlin standa týðulig í ljósglæmuni, men høvdið sæst ikki – skíggin fjalir tað!

Ljósið nær tí ikki, kanst tú siga – tó sæst drongurin væl í ljósglæmuni og hansara hjálparleysu hendur síggjast týðuliga.

Í hesi myndini eru so nógvar duldar ella fluttar merkingar, sum tú so sera beinrakin dugir við tínum ljósspæli. Hetta er kynstur títt - styrki tín.

Eisini vil eg nevnda tær fantastisku myndirnar, tú hevur málað av Ólavi Halga (tú vart við har nakrar túrar fyri nógvum árum síðan). Ikki minni serstøku myndina av skrúvuvatninum av Ólavi Halga – kanska við ímyndum fra Skagen-málarunum. Sera væl gjørt.

Tú hevur ikki listina frá fremmandum. Theodor (pápi Frits), Petur Jacob, Símun Olivur og mamma tín vóru systkin. Øll serstøk - á hvør sínum øki.

Símun Olivur verður sagdur at vera fyrsti listamaður í Fuglafirði. Hann var handverkari, sum so mangir aðrir, men um kvøldarnar settist hann í kjallaranum at mála, sum als ikki var vanligt tá.

Pápi Frits, Theodor – mammubeiggi tín, dámdi væl sang og list. Hansara mátistokkur fyri góðan sang var, hvussu hart man sang. Hann nýtti oftani orðiskuna “Hann seng knallandi hart” – Ella tað var knallandi gott!  

Eg haldi hetta er enn ein knallandi góð listaframsýning Heðin, tú enn einaferð hevur sett uppá beini í Klaksvík!

Vælkomin!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli ert aftur partur av Betri-hópinum hj…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka