Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógvir skaðar í tryggum KÍ-sigri

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.04.2024 - 22:02 Ítrottur Tíðindi

B68 misti tríggjar leikarar áðrenn hálvleik, meðan tveir KÍ-leikarar, sum hava verið skaddir fyri stuttari tíð síðani, eisini fóru skaddir av vøllinum í seinna hálvleiki.

KÍ spældi í 4-4-2 leikskipanini frá byrjan, har Réne S. Joensen lá til vinstru á miðvøllinum, meðan hinir spældu, har teir plaga.

Í fyrra hálvleiki vóru nærum ongir málmøguleikar fram til 33. minutt, tá Pætur Petersen var nær við eftir hornasparksinnlegg. Tað gekk móti 0-0 í hálvleikinum, men so vísti Páll A. Klettskarð aftur, hví hann er toppskjútti í deildini. Hann stýrdi framúr væl tveimum innleggum í málið, og so var 2-0 til KÍ í hálvleikinum. Ein hálvleikur sum var merktur av, at B68 mátti skifta tríggjar ferðir út vegna skaðar. Tí hevði B68 bara hálvleikin eftir at skifta í.

Í seinna hálvleiki koyrdi KÍ sigurin trygt heim. Eitt mál kom afturat, og tað kundu komið fleiri. Tað málið skoraði Pætur Petersen, sum sostatt skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ. KÍ-venjarin hevði helst HB-dystin mikukvøldið í huganum, tá hann skifti Páll A. Klettskarð, Árna Frederiksberg og René S. Joensen út. Men fyri KÍ kom tað illa við, at Deni Pavlovic og Mads Bo Mikkelsen, ið báðir hava verið skaddir nýliga, máttu skaddir av vøllinum. Har sá tað verri út hjá Deni, sum sá út til at fáa ein vøddaskaða.

 


Besti dystur hjá nýggju leikarunum

KÍ hevur av fleiri fingið nógvan kritikk bæði undan kappingini og gjøgnum kappingina fyri at hava gjørt skeiv keyp umframt ov fá keypi havandi í huga, at tríggir langtíðarskaðar vóru kendir, áðrenn flytingarvindeygað lat aftur. Hesin dysturin var eitt stig rætta vegin hjá trimumn av teimum nýggju leikarunum. Dan í Soylu spældi sín besta dyst í KÍ-búnanum og legði upp til eitt av málunum. Pætur Petersen skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ og málverjin Mark F. Jensen hevði eina góða bjarging, tá tað var brúk fyri honum í seinna hálvleiki.

 


Alternativ uppstilling

Síðsta partin av dystinum spældi KÍ við einari alternativari uppstilling. Jóannes K. Danielsen, sum tá var liðskipari, spældi í miðverjuni. Vinstrabeinti Silas Gaard spældi á høgra bakki og verjuleikarin Jákup N. Vilhelmsen spældi á miðvøllinum.

 

Hóast skaðarnir komu illa við hjá KÍ, so var hesin dysturin eitt stig rætta vegin hjá KÍ hóast grundarlagið er tunt móti næstaftasta liðnum í deildini, sum eisini misti tríggjar skaddar leikarar í fyrra hálvleiki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka