Lýsing
Lýsing
Lýsing

NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.04.2024 - 13:20 Ítrottur Tíðindi

Aftur í ár skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Treysti, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2024.

 

FM HÁLVMARATON, NS HÁLVMARATON OG NS STUÐULSSRENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 4. MAI 2024 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI HØVUÐSDEILDINA HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2006 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Gakk & renn stuðulsrenning:
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning, sum eisini er  stuðulsrenning. Peningurin sum kemur inn frá stuðulsrenningina fer óskerdur til at stuðla Parasport Føroyar í at menna framerunning í Føroyum. Øll eru sjálvandi vælkomin at luttaka.

Gakk & renn motiónsrenningin/stuðulsrenningin er eitt umfar av maratonrutuni.

Tíð og stað:
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00.

 

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:

Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2006)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1968-1977)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1958-1967)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1957)
Í NS hálvmaraton Klaksvík 2024 verður kappast í hesum bólkum:

Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2008)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1968-1977)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1958-1967)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1957)
Kostnaðurin fyri at luttaka:
NS hálvmaraton Klaksvík 2024 er kr. 295,-
NS Stuðulssrenning er kr. 100,-

Heiðursmerkir og handan:
Øll sum gjøgnumføra NS hálvmaraton Klaksvík 2024 fáa serligt heiðursmerki.

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Fyri 5 km stuðulsrenningina verða heiðursmerki ikki latin.

Serstakt heiðursmerki:
Sum nakað nýtt í ár, so verður latið eitt serstakt heiðursmerki um tú luttekur í øllum 5 hálvmaraton, sum verða fyriskipa í ár. Heiðursmerki verður handa tá ið Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður runnið leygardagin 7. september.

Tilmelding:
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist ONLINE er kl. 22.00 fríggjadagin 3. mai 2024).

Leinkja til tilmelding til NS hálvmaraton

Leinkja til tilmelding til NS motionsrenning

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.

Til 5 km motiónsrenning kann meldast í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 á rennidegnum.

Startnummar:
Avheintað startnummar frá kl. 12.00 í deildini hjá Norðoya Sparikassa (beint við startin) í Klaksvík 4. mai og áðrenn kl. 13.30.

Umklæðing:
Møguleiki verður at skifta í okkara nýggja og snotuliga kappróðrarneysti, sum liggur bert fáar metrar frá start og máløkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka