Lýsing
Lýsing
Lýsing
Býráðsborðið er rættiliga snøgt, prýðiligt og tignarligt og hóskar húsinum og ikki minst býráðnum væl. | Mynd: Dávur Winther

Nýtt býráðsborð

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.04.2024 - 18:25 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Býráðið hevur fingið nýggjar karmar at arbeiða undir. Tveir teir síðstu býráðsfundirnir hava verið í Varpinum.

Í sambandi við byggingina av Varpinum, varð avtala gjørd um, at býráðið skuldi hava sínar fundir í Varpinum. Tó skal býráðsumsitingin sum so ikki halda til her, men bert fundirnir, ið verða avgreiddir her umvegis telduna.

Tíðliga í projekteringini varð komið fram til, at partur av kaféini einaferð um mánaðin skuldi hýsa býráðsfundunum, sum annars hava hildið til í býráðshúsinum á Nólsoyar Páls gøtu 32, ið varð keypt til endamálið í 1977.

Hølið í Varpinum, sum kann skipast við flytiligum veggum, hevur alla tíðina verið kallað, ”Býarsalurin”. Hetta merkir, at her kunnu vera, framløgur, kvøldsetur, framsýningar, upplestur, minni konsertir og mikið annað, umframt at býráðið so einaferð um mánaðin hevur sínar fundir her.

Í dag kom so eitt flytiligt býráðsborðið, sum Heini Weihe hevur latið gjørt í Danmark til endamálið. Talan er um 13 minni borð, sum kunnu leggjast saman / sláast upp, ið so verða sett saman í eina hálvklingru – til eitt stórt borð.

Eisini er ein flytiligur talarastólur og ein flytiligur telduveggur, sum verða nýtt í sambandi við fundirnar.

Skuldi verðið talan um ein størri býráðs- ella annan fund, so ber eisini til at seta borðið upp inni í stóra salinum, og nýta tað har til slík høvi.

Næsti býráðsfundurin, sum er tann triði í Varpinum og tann fyrsti við nýggjum borði, verður 24. apríl 2024 kl. 16.30.   

Býráðsborðið er rættiliga snøgt, prýðiligt og tignarligt. Tað hóskar húsinum og ikki minst býráðnum væl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka