Lýsing
Lýsing
Lýsing

ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2024 - 18:58 Mentan Tíðindi

Vit síggjast til eina ” fest ” mitt um dagin í Nólsoy 6. juli 2024

 

Framførslurnar vóru einki minni enn ótrúliga góðar og mann stóð einaferð enn og trúði ikki, at mann kundi uppliva so væl sungnan og spældan tónleik her á landi.

At spæla tónleik hjá einum so góðum bólki sum ABBA er ikki lætt, men tað meistraðu tey til meira en UG. Flott flott.

Ikki fyri taka nakað frá nøkrum, men so var tað ein fragd at hoyra og síggja tær báðar songkvinnurnar framføra. Onnur ljós og hin myrk. Mintu ikki sørt um tær báðar í ABBA.

2,5 tímar gingu alt ov skjótt og mann fór út aftur frá NLH lættur í sinni og imponeraður, bæði av framførðsluni og av hondbóltshetjunum í Berlin.

Nógv høvdu á munni, at tey skuldu farið á turné í norðurlondum við showinum. Eg eri samdur.

Nú er Nólsoy ein partur av norðurlondum og vit vilja gjarna geva føroyingum tann møguleika, at hoyra hetta væl spælandi orkestur mitt í hugnaligu bygdini í Nólosy, tann 6. juli 2024

So vart tú í Berlin til EM hondbólt, tá henda stórfingna fagnaðarkonsert var í Norðurlandahúsinum, so er møguleiki at hoyra tey uttandura um dagin í Nólosy tann 6. juli á Gníst.

Eisini verða NALJA, Spælimennirnir úr Nólsoy, Eyðun og Terji, Anfinn & Co. DJ Gissur at hoyra

Vit síggjast til eina ” fest ” mitt um dagin í Nólsoy 6. juli 2024

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka