Lýsing
Lýsing
Lýsing
Loui Törnqvist, Teitur, Steve Tallamy og Christian Ulf Hansen

Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Edition Wilhelm Hansen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2024 - 19:06 Mentan Tíðindi

Teitur hevur gjøgnum felag sítt Arlo and Betty Music gjørt sáttmála við Edition Wilhelm Hansen ið er partur av altjóða forlagnum Wise Music Group. Talan er um størsta forlag í norðanlondum ið varð stovnað í 1857, sum Sibelius, Grieg og Carl Nielsen hava lagt lunnar undir.

 

Sáttmálin fevnir um alt tónleikaverkið ið fevnir yvir 500 sangir og útgávur. Edition Wilhelm Hansen skal fáast við fyrisiting, útbreiðslu, og eftirlit av gomlum verkum umframt at festa nýggj verk á nótar. 

”Eg gleði meg at hava fleiri á mínum liði og vera ein partur av einum forlagi, ið bæði er dygdarliga og søguliga rótfest, men samstundis er samtíðarligt og ikki gongur so høgt upp í tónleikagreinar men heldur setur skapanarhugan fremst.” Sigur Teitur.

Teitur undirskrivaði sáttmálan saman við sínum umboðsmanni gjøgnum skjótt 25 ár, Christian Ulf Hansen, og forstjóranum í Edition Wilhelm Hansen, Loui Törnqvist.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka