Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sum forsagnirnar eru, so kunnu vit vænta okkum fleiri dagar við góðum veðri hesa vikuna. | Mynd: Rúni Thomsen, Hvalba

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.04.2024 - 20:21 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna sær veðrið út til at fara at vera heilt hampuligt.

Eitt lágtrýst sunnan fyri Føroyar fer at gera okkum eitt sindur skiftandi veður í morgin, har vindferðin onkra løtu fer upp í skið, 15 m/s, men tað er so mesti vindurin alla vikuna.

Týsdagin og restina av vikuni fer lýggjari luft av evropeiska meginlandinum at reka ímóti Føroyum. Eitt hátrýst yvir sunnara parti av Svøríki fer at senda luftina hendanvegin. Vindferðin lítil, fleiri heilar dagar minni enn 5 m/s.

Hitalagið fer hesa vikuna at kvinka seg uppeftir. Sum kortini síggja út í kvøld, og um forsagnirnar halda, kunnu vit vænta okkum tvísiffraði tøl í endanum av vikuni.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Landnyrðingur allan dagin. Um náttina 8 til 13 m/s, og klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fram ímóti morgni veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina, verður samdrigið og samregn. Í støðum kann vera vátakavi ella kavi uppií. Fram ímóti middegi minkar vindurin, og tá ið liðið er nakað út á seinnapartin, eru 5 til 10 m/s, enn samdrigið men ælaveður. Út á kvøldið minkar vindurin eitt sindur afturat. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin:

Allan dagin fer hann at mala av ymsum ættum, vindferðin 4 m/s ella minni. Eitt sindur skýggjað um náttina, men so klárnar, og eftir tað og restina av degnum er smáskýggjað við sólglottum og í støðum klárt. Hitin týsdagin 4 til 10 stig.

Mikudagin:

Hann melur eina løtu av ymsum ættum um náttina, við lítlum vindi og klárum lofti, men fram ímóti morgni og restina av degnum fer hann at liggja av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin mikudagin 4 til 9 stig.   

Hósdagin:

Eitt lítið lot av landnyrðingi um náttina og morgunin, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin og frameftir fer hann at liggja av eystri, 3 til 8 m/s. Skýloftið skiftandi restina av degnum, og onkur løta verður við avfalli. Hitin hósdagin 7 til 11 stig.  

Fríggjadagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað við sólglottum. Hitin 7 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…