Lýsing
Lýsing
Lýsing
Thorkild Kjærgaard, dr.phil.

Vladimir Putin – nútíðarinnar Bismark

SKRIVAÐ: Thorkild Kjærgaard, dr.phil.  |  29.04.2024 - 09:55 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Síðani kríggið í Ukraina byrjaði er ikki nakað komið fram um, at Russland og leiðarin har, Vladimir Putin, ið er ein miðvísur og ágrytin, men eisini realistiskur og varin, politikari, sum ikki er heilt ólíkur týska ríkiskanslaranum Otto von Bismarck, hevur broytt sín málsetning. Málið hjá Russlandi við hesi núverandi hernaðarligu atsóknini er enn sum áður bara at halda Ukraina uttan fyri NATO, hvørki meira ella minni. 

 


Tíðargrein úr Politiken, 9. april 2024

Thorkild Kjærgaard, dr.phil. 

                                                                                                                 

Joe Biden kundi havt steðgað krígnum í Ukraina, men í staðin valdi hann at testa viljan hjá Russlandi sum stórveldi. Málið hjá Russlandi er tó einans at halda Ukraina uttan fyri NATO, hvørki meira ella minni. 


Tá ið tað kemur til Russland, so gerst retorikkurin álvarsamari hvørja viku. Forsætismálaráðharrin (Mette Frederiksen, blðm.) tosar um 3. heimsbardaga, og Weekendavisen kemur við krígsretorikki so sum ”Næstu ferð danskir hermenn skulu í kríggj, verður tað ikki í oyðimørkini í Afghanistan, sum er langt burturi, men í eini estiskari skóg”. Russland fær skyldina sum álopssinnað, og – um tað endar við russiskum sigri í Ukraina – fer ikki at steðga við markið hjá Ukraina, men fer uttan at himprast at leggja á grannalondini, fyrst smáu baltisku londini. Russland ynskir sær størri landøki og hevur sambært Politiken eina blóðuga heimsveldisætlan (”et blodigt imperieprojekt”, Politiken 18. mars 2024).  Danmark má tí dubba seg hernaðarliga fyri ein og hvønn prís. 

Um tað ikki var so ómetaliga syrgiligt, hevði tað verið beinleiðis stuttligt, tí har er onki kjøt á søgunum. Kríggið í Ukraina, sum verður lagt fram sum var talan um álopssinnaðar ætlanir hjá Moskva, er bara formliga eitt álopskríggj. Líka síðani 2007 hevur tað verið púra greitt, at Russland góðtók, at fyrrverandi Warszawa-samgongulond sum Pólland, Ungarn, Kekkia og Rumenia, og enntá fyrrverandi beinleiðis sovjettlýðveldini Estland, Letland og Litava, gjørdust limir í NATO, men avgjørt ikki góðtók, at Ukraina fór sama veg. Tí tað hevði merkt, at NATO-rakettir høvdu peikað ímóti Moskva frá ukrainskum stórbýum við nógvum russiskum íbúgvum, sum til dømis Donbas og fyrrverandi sovjettisku herflotahavnini í Sevastopol á Krim. Tað hevði verið ógjørligt at góðtikið. Her gekk markið, og tað kundi onki land í Vesturheiminum ivast í, líka sum Russland ikki kundi ivast í, at um tey ikki settu eina striku í sandin og spentu føturnar ímóti, tá ið tað kom til ukrainskan NATO-limaskap, so var alt risastóra Russland, ið fevnir um 11 tíðarzonur frá Eystursjónum til Beringsstrætið,  og í vavi er heimsins størsta land, liðugt við at vera stórveldi. Tað, sum stóð í váða, var ikki Ukraina einsamalt. Tað var øll geopolitiska støða Russlands. 


Tað hevði verið lættasta søk í verðini at sloppið undan krígnum í Ukraina. Tað einasta sum kravdist var, at de facto-leiðarin av NATO, Joe Biden, boðaði frá, at Ukraina ikki kundi gerast limur í NATO. Onki land hevur krav upp á at gerast limur har. Støðan minnir um, tá sovjettiski leiðarin Nikita Khrustjov (sum var ukraini), 60 ár frammanundan mátti finna seg í, at amerikanski forsetin John F. Kennedy, stóra fyrimyndin hjá Joe Biden, gjørdi púra greitt, at hann ikki fann seg í møguleikanum fyri, at Sovjettsamveldið setti atomrakettir upp á Cuba, peikandi ímóti New York og øðrum amerikonskum stórbýum. Tað var ein so stór hóttan, at USA gjørdi alt í síni makt fyri at fáa atommissilini burtur. Um neyðugt varð farið í kríggj móti Sovjettsamveldinum. 


Joe Biden kundi so seint sum 23. februar 2022 havt boðað frá, at tað ikki var í lagi við ukrainskum NATO-limaskapi og harvið møguleikanum fyri at seta rakettir upp í Ukraina. So høvdu russisku hernaðardeildirnar ikki farið inn í Ukraina. Men tað gjørdi Joe Biden ikki, og eftir at hava bitið tað í seg í fleiri vikur eftir endaleysar samráðingar, fór russiska hermegin inn í Ukraina tíðliga á morgni hin 24. februar. 


Men talan var ikki um nakra invasión í fullari skala av Ukraina fyri góðum tveimum árum síðani. Tað var ein minni hernaðarlig aktión, sum nærmast kann lýsast sum defensiv ella verjuaktión. USA var ikki til at vika, og Russland var noytt at gera greitt fyri teimum og umheiminum, hvar russiskar interessur vóru í vanda og máttu verjast. Júst sum tað var eitt verjuátak, tá J. F. Kennedy kunngjørdi, at USA var til reiðar at demonstrera á heysti í 1962, at USA var til reiðar at taka hernaðarligar midlar í nýtslu, um landið varð hótt, og at Cuba, ið liggur á vestaru hálvkúluni, kom undir at vera innan fyri amerikanskt áhugaøki.

Munurin er, at sovjettiska leiðslan í 1962 lurtaði eftir amerikanarunum og tóku atomrakettirnar á Cuba aftur, hóast Fidel Castro var í øðini um tað, so vildu amerikanararnir í 2022 ikki lurta eftir russarunum. Khrustjov var ikki í iva um, at Kennedy skuldi takast í álvara, meðan Joe Biden má hava hildið, at tað var tíð uppá at testa, um Russland framvegis var eitt stórveldi við øllum, sum tað inniber av rættindum og skyldum, ella um Russland bara var eitt fyrrverandi stórveldi og góðtók at verða degraderað til ”regiónsvald” (”a regional power”, sum fyrrverandi forsetin og formaðurin hjá Joe Biden, Barack Obama, speirekandi segði) á støði við Týskland, Frakland og Italia. 24. februar 2022 fingu vit svarið: Tað góðtók Russland ikki. 


Í baksýni kann ein spyrja: Hví skuldi viljin hjá Russlandi til at vera við í eksklusiva klubbanum av stórveldum testast júst í 2022? Hví ikki – um tað í heila tikið var neyðugt at testa tann viljan – tá tað var nógv meira upplagt, nevniliga í 2014, tá ið Russland tók Krim frá Ukraina? Svarið upp á tað er bara kent í Washington D.C. Fyri okkum uttanfyristandandi tykist frágreiðingin hava nakað við tað at gera, at hurlivasin, tá amerikanarar tóku seg úr aftur Afghanistan og í veruleikanum lótu landið upp í hendurnar á Taliban, hevði dálkað altjóða umdømið hjá USA, og at tað fyri Joe Biden var átrokandi at vaska hendan plettin á umdømið av. Fyri at kunna tað, var tað at síggja til ein sannførandi, hóast valla væl gjøgnumhugsaður, háttur at gera tað uppá at fáa bilbugt við Russland í staðin. 

Síðani kríggið í Ukraina byrjaði er ikki nakað komið fram um, at Russland og leiðarin har, Vladimir Putin, ið er ein miðvísur og ágrytin, men eisini realistiskur og varin, politikari, sum ikki er heilt ólíkur týska ríkiskanslaranum Otto von Bismarck, hevur broytt sín málsetning. Málið hjá Russlandi við hesi núverandi hernaðarligu atsóknini er enn sum áður bara at halda Ukraina uttan fyri NATO, hvørki meira ella minni. 


Russland hevur størstu virðing fyri stórveldinum USA og kundi ikki droymt um at lopið á nakað NATO-land. Tað, sum hevur manglað, hevur verið samsvarandi virðing hin vegin. Uppáhald um, at Russland spælir við ætlanum um at leggja á (eitt munandi sterkari) NATO hava onki við veruleikan at gera, og tað nærkast at vera nasadjarvt at siga sum formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen, at bardagin hjá Ukraina fyri egnum frælsi í botn og grund eisini er ein bardagi fyri frælsinum í Europa, sum hann orðar seg í Politiken 21. mars 2024.  

Russararnir eru ikki vitleysir býttlingar. Teir vita fullvæl, hvar markið gongur fyri, hvat teir megna. Um Vesturheimurin hevði forbarmað seg yvir bløðandi fólkinum í Ukraina við at steðgað krígnum, ella um kríggið fer at enda við einum russiskum sigri, so fara russarar bara at fegnast yvir, at teir eru tryggari enn nakrantíð síðani 1989. Og Vladimir Putin fer ivaleyst at siga við sínar samstarvsfelagar tað sama, sum ein lætnaður John F. Kennedy segði í 1962 eftir at verða sloppin snikkaleysur og sigrandi frá Cubakreppuni, nevniliga ”There will be no gloating” (onki við at erpa sær!).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen