Lýsing
Lýsing
Lýsing

MR-skannarin í Klaksvík

SKRIVAÐ: ks.fo  |  29.04.2024 - 13:09 Tíðindi

Í morgin, týsdagin 30. apríl, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum.

 

Hetta er ein løta, sum vit øll hava sæð fram til, og hava arbeitt málrættað fram ímóti.

3 Tesla MR-skannarin vigar 7,3 tons, meðan sjálv MR-kabinan vigar 1,5 tons. 3 Tesla MR-skannarin er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur.

Skannarin verður avhendaður við Víkavegin týsmorgunin um kl. 8. Skannarin verður lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum. Eftirfylgjandi verður hann rullaður inn í MR-kabinuna.

Klaksvíkar Sjúkrahús vil senda eina inniliga bøn til bilførarar og onnur ferðandi, um at nýta onnur vegastrekkir í tíðarskeiðnum millum kl. 8-11, so Siemens, saman við fleiri, fær arbeiðsfrið í sambandi við avhendingina.

Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at takka fyri ta vælvild, ið grannar og onnur hava víst seinastu tíðina, meðan arbeiðið við umbygging hevur staðið á. Somuleiðis takka vit øllum starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri tolsemi og fyri at hava rúmað forstýrinum inni í húsinum, í sambandi við umbyggingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Lýsing