Lýsing
Lýsing
Lýsing

Forkunnug framsýning í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.04.2024 - 21:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ein sera áhugaverd listaframsýning í Varpinum í sambandi við “Virkið Vár”.

10 dugnalig listafólk, teirra millum Vera á Gørðum Mørkøre, Maria Mørkøre, Archibald Black, Bjørg Mohr, Armgarð Absalonsen, Hanus Lind og Anna Mohr sýna fram góða og spennandi list i gamla Posthús-kjallaranum.

Listin, sum er góð og fjøltáttað, ber seg avbera gott í hesum spennandi hølum, ið eru at kallað seymað til endamálið. Stuttligt at royna hesi hølini til slíkt endamál eisini og verður hetta vónandi ein afturvendandi táttur við listaframsýningum og so mongum øðrum her

Opið er kl. 16-19 týsdag, mikudag, hósdag!

Skráin fyri Virkið Vár kann síggjast her

Tá ið listaframsíningin læt upp kl. 19 í kvøld, spældi Snorri Brend undir á klaver, meðan dótturin, Rut sang. Eisini helt Eyðstein Poulsen, formaður í Heilsunevndini røðu, sum verður endurgivin niðanfyri:

Gott kvøld, øll somul!

Fyrst og fremst fari eg at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin til fyrstu ferniseringina av hesum slag í Varpinum. Tað er ómetaliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í kvøld.

Sum Fríða nevndi, so eri eg formaður í Heilsunevndini í býráðnum.

Heilsunevndin er ein nýggj nevnd, sum hetta býráðið setti á stovn, tí vit mettu, at tørvur var á, at seta heilsu meira á breddan. Og hetta haldi eg hevur eydnast væl. Eisini takka Anniku S. Biskopstø.

Síðan 2018 hevur Klaksvíkar kommuna verið partur av átakinum ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkheilsustýrinum. Hesi árini hevur kommunan fyriskipað ymisk tiltøk, sum hava stuðlað endamálinum um at vera virkin, saman og hugbundin.

Undir heitinum Virkið vár/Virkið heyst – tvs. tvær ferðir um árið hesi seinastu trý árini – hevur ljós verið varpað á heilsufremjandi átøk, sum einstaklingar og áhugafeløg í nærumhvørvinum longu skipað fyri.

Nógvir felagsskapir hava hesar vikurnar boðið almenninginum innum, og onnur hava tikið stig og samstarvað við kommununa um nógv fjølbroytt tilboð, sum øll hava havt til endamáls at gera okkurt, sum gagnar sálarligu heilsuni hjá hvørjum einstøkum.

Men tað er nú einaferð soleiðis, at um vit ikki vanliga ganga í haganum, fara til yoga, seyma rullupylsu ella fara til fyrilestur, so er tað ikki altíð so nemt at møta upp til slík tiltøk. Men onkursvegna tykist tað vera lættari at royna okkurt nýtt, tá ið talan er um eitt serligt høvi, sum t.d. í Virkið vár vikuni, har málbólkurin ofta er meira fjølbroyttur.

Eg haldi eisini, at hendan ferniseringin myndar júst hetta so væl. 10 ymisk listafólk uttan serligt tilknýtið til hvønn annan hava sagt ja til at taka lut í eini felags framsýning, sum ikki varð veruleiki, um tey ikki júst høvdu dirvi at royna okkurt nýtt. Hvør í sínum lagi hava tey verið VIRKIN og HUGBUNDIN, og í kvøld eisini SAMAN um hesa framsýning.

Listaverkini eru sera ymisk, men áhugaverd og flott uppá hvør sín máta.

Eg gleðist um, at Varpið kann verða karmur um eitt slíkt tiltak. Tit, ið sýna fram, hava ymiskar royndir. Nøkur av tykkum hava luttikið í fleiri framsýningum, og fyri onnur er hetta fyrstu ferð. Tað haldi eg ger framsýningina fólksliga og spennandi.

Eg fari at takka tykkum øllum fyri, at tit hava verið so djørv og hava sagt ja at luttaka.  

Eisini ein tøkk til Rut og Snorra fyri vakran sang og spæl.

Ein serlig tøkk fer til Norðoya Listafelag, sum hevur gjørt tað møguligt at hava hesa framsýning. Stóra takk fyri, Heri Ellingsgaard og Archibald Black, fyri góðan stuðul í hesi tilgongdini.

Til seinast fari eg at ynskja øllum eina góða framsýning.

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Býráðið í rangstøðu á Djúpumýru
Brúka so bara bussin
Hvat er trupulleikin ?
Fíggjar­mála­ráðið keypir KT-skipan fyri 1…
Ferða­vinnu­felagið mælir tinginum frá at…
Diamant­brúdleyp - Oddvør og Páll Josephs…
Bústaðir og haldføri
Til Áslu á føðingar­degnum
Eyka pláss til Straight Ahead
Bóndafelagið: - Ferða­vinnu­málið er ikki…
Bóndin fer ikki at kunna nokta ella taka…
Varpið enn eitt stempul
Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir
Miðflokku­rin: Uppstilling til býráðsvali…
5 pláss! Copilot 3. juni 2024
Fyrsta roykta whisky frá Einar’s Distill…
(ikki so) Glaðir amatørar í Framsókn
Norðoya Kvinnu­felag hevur summartorg ley…
Lýsing