Lýsing
Lýsing
Lýsing

Donsku bankarnir lækka útlánsrenturnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2024 - 11:45 Tíðindi

Føroysku bankarnir hava nú munandi hægri bústaðarrentur enn donsku stórbankarnir. Fylgja føroysku bankarnir teim donsku eftir, spara føroyskir lántakarar fleiri túsund krónur um mánaðin.

Síðstu fjúrtan dagarnar hevur ein prískapping tikið seg upp á danska bankamarknaðinum. Tað skrivar Børsen um í dag. Danske Bank setti fyri tveimum vikum síðani gongd í eina prískapping, har stóru donsku bankarnir eru fylgdir við í eini munandi lækking av útlánsrentuni á bíligastu bústaðarlánunum. Føroysku bankarnir hava ikki gjørt tað sama - enn. 

Vanliga broyta bankarnir útlánsrenturnar í sambandi við, at sentralbankin broyta sína leiðandi rentu. Men danski Tjóðbankin og ECB hava ikki lækkað sínar rentur enn, hóast ábendingar eru um, at rentan verður lækkað í juni. Allíkavæl

Um føroysku bankarnir bjóðaðu lægstu donsku bústaðarrentuna á 4,25%, hevði kundin rinda 1.000 krónur minni í rentu um mánaðin fyri hvørja lænta millión. Í staðin mugu teir rinda millum 5,45-5,90%.

Miðalprísurin í Føroyum liggur í løtuni um 3 milliónir krónur, har sethúsakeyparar læna áleið 90 prosent. Hevur kundin eitt lán á 2,7 milliónir krónur, rindar føroyski kundin 2.700 krónur meira um mánaðin enn danski kundin ger í løtuni. Eftir rentustuðul á 35% er mánaðarligi meirkostnaðurin 1.755 krónur. 

Talvan niðanfyri vísir verandi støðu, har størstu donsku bankarnir hava lækkað útlánsrenturnar, meðan smærru donsku bankarnir og teir føroysku enn ikki hava lækkað.

Í Danmark verða bankalánini vanliga bert brúkt til at fíggja tann partin av lántøkuni, sum liggur útyvir tey 80 prosentini, sum verða fíggjaði við realkreditt. Meðan í Føroyum er framvegis nógv meira vanligt at fíggja alt við bankaláni. Sostatt hava føroysku bankarnir eisini betri trygd fyri sínum lánum enn teir donsku. 

Talvan vísir lægstu og hægstu rentu á bíligastu bústaðarlánum bankanna. Kelda: Børsen og heimasíðurnar hjá bankunum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…