Lýsing
Lýsing
Lýsing
Alt er ikki sum tað eigur at verða í samgonguni

Samgongan hongur í tunnum tráði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2024 - 22:29 Leiðarin Politikkur

Aksel V. Johannesen løgmaður hótti fyrrapartin í dag við at koyra Ruth Vang frá, um hon fór í Fasta gerðarættin við málinum um verkfallið

 

Tey vóru annars samd í gjárkvøldið í fíggjarmálaráðnum um, at fara í fasta gerðrætt við málinum um verkfallið. Men hetta varð av ongum. 

Keldur sum Norðlýsið hevur tosa við í kvøld upplýsa, at løgmaður hótti fíggjarmálaráðfrúuna fyrrapartin við at blaka hana til hús um hon sendi áheitan til gerðarættin. Javnaðarflokkurin stendur vanaligt í veljarakanningum og hevur harumframt landsstevnu leygardagin í Skálavík og trekkið hjá løgmanni skal sjálvsagt skiljast sum ein roynd at tekkjast arbeiðarastættini og baklandinum aftur. 

Samgongan hevur sitið á kreppufundi í Tinganesi síðani kl. 14.00 í dag. Í fleiri øðrum málum er ósemja í samgonguni - gongd í haga, elveitingarlógin, lániheimild til Bústaðir, málið um fosturtøku og lønir til løgtingsfólk.

Á facebook í kvøld spyr Sólvit E. Nolsø, partamaður hjá Ruth Vang speiskliga um "tíðin ikki er komin at takka Fasta Gerðarrættinum fyri trúgva, men ódrúgva tænastu?" og víðari "Tað er so eingin orsøk at brúka pengar og orku uppá ein arbeiðsmarknaðarrætt, sum alíkavæl ikki verður brúktur, tá hann skal brúkast."





 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar