Arvur Nabots
Tá fór Ísraels kongur heim, í ringum hýri og illur, og kom til Samaria. Bíblian veit at siga, nakað eftir hetta hendi tað, í partvís her skal sigast frá:” Nabot Jizreelitur hevði víngar í Jizreel, tætt við eina høll, som Akab kongur í Samaria átti. Akab bar upp á mál við Nabot og segði:” Lat meg fáa víngar tín, so eg kann hava hann til maturtagarð - hann liggur jú tætt við hús mítt ! Eg skal lata teg fáan betri víngarð fyri hann – ella um tú fyrr vilt tað, skal eg lata teg fáa virði hansara í peningi.”
Men Nabot svaraði Akab:” Harrin lati vera langt frá mær at geva tær fedra arv mín ! ” 1 Kongabók kap 21, vil vera við, at kongur legðist í songina, snaraði sær móti bróstinum og vildi ikki eta.. Nú kom Jesabel inn og segði við hann:” Hví ert tú so illa hýrdur og vil ikki eta?” Og m.a. helt fyri !:” Er tað tú sum ert kongur í Ísrael nú ! – Kom upp, og fá tær at eta og ver i góðum lag ! Eg skal gera, at tú fært víngar Nabots Jizre- elita !” Hon skrivaði nú bræv í navni Akabs og innsiglaði tað við innsiglisringi hansara; so sendi hon brævið til hinar elstu og hinar fremstu mennirnar, sum Nabot búði ímillum – í býnum. Ætlanin hjá Jesabel bleiv góðtikin av røttu viðkomandi og endaði við , at mennirnir í býnum, gjørdu sum Jesabel hevði sent teimum boð um, eftir at teir høvdu leitt Nabot út um býin og steinaðu hann í hel og lótu siga við Jesabel:” Nabot er steinaður til deyðis.
Tá íð Jesabel hoyrdi, at Nabot var steinaður í hel, segði hon við Akab: Kom og tak víngarð Nábots Jizreelita í ogn. Men orð Harrans kom til Elias Tisbit; Hann segði” Ger teg til og far ímóti Akab Ísraelskongi, sum býr í Samaria ! hann er nú í víngarið Nabots; hann er farin oman hagar at taka hann í ogn. Tú skalt siga hetta við hann:” So sigur Harrin: hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn!” Sig framvegis við hann:” So sigur Harrin: À sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots skulu
Hundarnir eisini leppa blóð títt !” Tá segði Akab við Elias:” Hevur tú funnið meg, fíggindi mín!” Hann svaraði:” Ja eg havi funnið teg- aftur fyri at tú hevur selt teg sjálvan at gera tað, sum ónt er í eygum Harrans! Tí skal eg lata vannlukku koma yvir teg, sópa teg burt og tína alt mannkyn av Ætt Akabs bæði stórar og smáar, í Ísrael. Afturfyri at tú hevur vakt vreiði mína og afturfyri tú hevur fingið Ísrael at synda. Eisini um Jesabel hevur Harrin talað- hesi orð: Hundarnir skulu eta Jesabel við múr Jizreels. Eingin hevur heldur verið sum Akab, hann í seldi seg at gera tað, sum ónt var í eygum Harrans, fyri tað at kona hansara Jesabel eggjaði hann til tað. So langt 1 kongb.21.
Fyri tann ella tey í hava roynt gongd á Tingsvøllinum hjá okkum her heima, kann tað til tíðir kennast einum nærgangandi, óansæð politiskan lit og hvussu broyt alt er, mær tykist andin yvir Tinginum minnir nógv um farnar tíðir, góðar og minni góðar tá viðgerðirnar at enda vóru av. Mær tykir ein líknandi andi Jesabels, sum tá íð hon kom til Ísraels og hevði eitt viðføri av hundraðtals embætisfólki, hvørs enda mál var at beina fyri Ísraelsku gudstrúnni og sum førdi til at hon sum drottning og Akab sum kongur Ísraels, førdu ímóti livandi Gudi Ísraels. Fyri tíðina hongur yvir okkum sum fólk. Lógirnar eru oftast importeraðar úr nábolondum, sum ganga undir at hava beint fyri livandi gudstrúnni og dyrka tað tey sjálvi ala fram. Vit áttu at sagt eins og Nábot svaraði Akab og Jesabel, tað verið langt frá okkum á hesum klettum at sagt annað enn Nábot:”Lat tað vera langt frá mær at geva tær fedraarv mín”. Land og búðstaður okkara minnir í míni verð nógv um Nabots vingar, sum Jesabel fekk til vega. Skriftin talar ikki onki um víngarðar og trøð, vit kunnu lesa um ein av andaligu forfedrunum, Jákups sonurin Juda, sum skriva stendur um: At Harri okkara er runnin upp av Juda (Heb.7,14) sum tá dagur var at enda, kom heim við brøðrunum í allir tjóðraðu esil síni fyri náttina við hús, men um Juda, lesa vit, at hann bant sítt til víntræið-. Ikki so fáir av okkara fedrum bundu og hava bundi eslið (arbeiðs amboðini) til Harra okkara í er runnin av Juda. Tað er m.a. hetta hevur verið viðvirkandi til, at krossmerkið veitrar yvir land og fólk okkara, seinri kom sangurin:” Undir krossins merki stóðu gamlir menn, undir krossin merki standa hetjur enn.” Kristni ungdómsflokkur, lyft tú høvdi høgt, yvir tykkum ljómar krossins merki gløgt! (T.B.Barrat). Eg byrjaði við frásøgn um ein Ísraels kong, lat meg enda við einum øðrum ísraelskongi, í mótsatt Akab og Jesabel tók til orða og segði:” Fáði hasari barni, sum livir, og drep tað ikki – hon er móðir tess!” :” Tá nú alt Ísrael fekk at hoyra um henda dóm, íð kongur hevði felt, fingu tey virðingarótta fyri konginum, tí tey sóu, at vísdómur Guds var í hjarta hansara til at døma beint.” (1.kong.3,27). Tað er nettupp henda virðing vit ynskja manningini á Tinghúsvøllinum og honum í hevur lógar signeringina um hendur.
Jóhannes M. Olsen