Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg havi lært ongantíð at geva upp

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  21.05.2024 - 21:33 Myndarøð Tíðindi

Nýggi MR-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er í dag tikin í nýtslu, og í tí sambandinum fekk Norðlýsið orðið á Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra. Vit spurdu hana um, hvussu kenslan var, nú dreymurin loksins gjørdist veruleiki.

 

 

– “Hetta hevur verið ein øgiliga, øgiliga góður dagur. Vit eru takksom fyri, at so mong fólk møttu upp til móttøkuna, vístu skannaranum áhuga og duga at síggja virðið í, at vit hava fingið ein tílíkan skannara til landið. Tilgongdin var at byrja við trilvandi, tað hevur staðið á viðhvørt, men vit hava dugað væl at samskipa og komu á mál, og tað eru vit øgiliga glað fyri.”, sigur Alexandra.

Spurd, um hon hevur lært nakað av tilgongdini við at fáa nýggja skannaran til høldar, svarar Alexandra á Dul soleiðis:

– “Ja, at man skal ongantíð geva upp! Um ein trýr uppá sakina, so skal man halda áfram og røkka henni. Tað er eisini øgiliga umráðandi at man, tá man er í eini tílíkari tilgongd, eisini hvílir í sær sjálvari og ger tað, ein heldur vera rætt”, sigur sjúkrahússtjórin.

Ovurstóra uppmøtingin vísir bæði, at tað er eitt týdningarmikið amboð, sum her er fingið til vega, men eisini, at Klaksvíkar Sjúkrahús eigur stóran stuðul í fólkinum. Alexandra sigur:

– “Uppbakningurin frá fólkinum her norðuri hevur altíð verið góður, og tað gleðast vit um. Beint nú eru ongar ætlanir um at seta nýtt virksemi í gongd, men í staðin verður arbeitt við at fáa hendan skannaran upp at koyra og fáa sjúklingar ígjøgnum. Tað, sum vit síggja fyri okkum, er at menn, sum skulu kannast fyri prostatakrabba, sleppa skjótt framat og um neyðugt fáa skjóta viðgerð. Tað hevur hægsta prioritetin í løtuni”, og leggur afturat:

– “Í tølum verður mett, at millum 8 og 10 skanningar fara at verða gjørdar um dagin, tó nakað færri at byrja við, tí starvsfólkini skulu fyrst fáa rutinuna. Ein knæskanning tekur til dømis 4 til 9 minuttir, so um ein er nóg effektivur, so ber til at fáa nógv frá hondini upp á ein dag”, sigur Alexandra á Dul at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen