Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Janus Hansen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.06.2024 - 09:10 Tíðindi Veðrið

Als ikki sama veður hesa vikuna, sum tað var í síðstu viku og vikurnar frammanundan.

Tað er kalt í morgun. í ælunum hevur eisini verið vátaslettingur, og í fjøllum er hvítt. Eitt sindur óhugaligt, nú veðrið hevur verið so gott í longri tíð.

Alla vikuna fer eitt lágtrýst at liggja norðan fyri Føroyar og draga kalda luft til sín av leiðunum yvir Norðurgrønlandi. Hetta er óstøðug luft við ælaveðri. Eingin turrur dagur í væntu hesa vikuna, men hvønn dag løtur við regni og í løtum vátaslettingur.

Ikki illveður hesa vikuna, men eitt sindur óstøðugt við vindferðini. Onkra løtu lítil og eingin vindur, men eisini løtur við hvøssum vindi (15 m/s). Ættin fer úr vestri í dag og í morgin upp í útnyrðing.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Í dag fer hann at liggja av vestri. Í morgun og allan fyrrapartin 10 til 15 m/s, men út á dagin minkandi niður í 8 til 13 m/s; í kvøld niður í 5 til 10 m/s. Allan dagin og í nátt skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin fer at liggja millum 4 og 9 stig í dag; í nátt niður ímóti frostmarkinum.    

Týsdagin:

Útnyrðingur, 8 til 13 m/s, onkra løtu upp í 15 m/s. Allan dagin og náttina skýggjað og ælaveður. Vátakavi kann vera uppií. Hitin millum 2 og 6 stig.  

Mikudagin:

Aftur 8 til 13 m/s av útnyrðingi, skýggja og ælaveður, har sum vátakavi kann vera uppií. Um náttina gongur hann niður í vestan og minkar vindin niður í 5 til 10 m/s. Hitin millum 1 og 6 stig.

Hósdagin:

3 til 8 m/s av útsynningi, smáskýggjað og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í útnyrðing og um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum. Hitin 1 til 6 stig.   

Fríggjadagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Seinnapartin, um kvøldið og náttina eystan og hækkandi upp í norðan við veksandi vindi úr einum lítlum loti, minni enn 5 m/s, upp í 5 til 10 m/s. Allan dagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin aftur, sum hinar dagarnar, úr 1 stigi upp í 6 stig.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið