Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.06.2024 - 15:57 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av vestri ella landnyrðingi í nakrar dagar við kulda og kava, nú vit eru komin inn í juni mánað.

Eingin stórvegis broyting í kuldanum hetta vikuskiftið. Hann fer fyri tað mesta at liggja av norði, men ikki nógur vindur, og avfallið, sum verður, fer at koma í ælingum.

Tað sum er eftir av degnum í dag fer hann at liggja av ymsum ættum, vindferðin minni enn 5 m/s. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind norðan ella útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og løtur við regni ella ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Í morgin ári fer hann uppaftur í norðan, vindferðin um 3 til 8 m/s. Allan dagin smáskýggjað og ælaveður, og hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.

Sunnudagin framvegis 3 til 8 m/s av norði, onkra upp í 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin gongur hann niður í útnyrðing eitt skifti, men framvegis samdrigið og mest turt. Hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag