Lýsing
Lýsing
Lýsing

Semja um lønarlyft og lønarhækking

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.06.2024 - 20:00 Tíðindaskriv Vinna

Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag undiskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála. Talan er um eitt lønarlyft og lønarhækking á tilsamans 16,80 kr. yvir tvey ár. Við semjuni endar verkfallið hjá feløgunum. 

 

 

Semjan gevur okkara limum eina eyka inntøku á 8,46 kr. fyrsta árið og 8,34 kr. seinna árið, lønarhækkingin er frá 1. mai. Harumframt koma 0,8% omaná eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020. 

Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu arbeiðsgevararnir okkum: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið og 2,76 kr. seinna árið, ella tilsamans 6,96 kr yvir tvey ár, nú er hækkingin 13% íroknað lønarlyft á 3,75 kr. um tíman fyrsta árið og 3,50 kr. um tíman seinna árið.

Líka síðan samráðingarnar byrjaðu, hava Verkafólk víst á, at fasti samráðingarkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir. Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og oyrum heldur enn prosentum. Eisini fegnast vit um, at ein partur av avtaluni er eitt lønarlyft, ið lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum. 

Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið undir trýst. Tí eru vit veruliga takksom fyri stóra stuðulin, ið vit hava fingið frá føroyingum. 

 

Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…
- Høllin hjá KJ í Klaksvík er nógv umbið…
Arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai
- KG verður ein kollvelting í Klaksvík
Møguliga Kalsoyar­tunnil beint eftir Suðu…
- Nema veitur KT-trygd, telefoni og skip…
- Okkara DNA er at verða nærverandi
- Grava út fyri fundamentum undir Hamri
KÍ trygt víðari í hálvfinaluni um løgman…
30 tons á 145 stampum
Nógv fólk á Skúlatrøð í kvøld