Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og fáið skil uppá ferðsluna

SKRIVAÐ: Hjalmar Zachariassen, Sjálvstýri  |  16.06.2024 - 12:13 Politikkur Tíðindaskriv

Eg síggi fyri mær, at vit planleggja ein bý, har bilurin fyllir minni

 

Eitt av tí, sum vit í Klaksvík hava lutvíst nógvan ampa av er ferðslan. Veganetið er illa lagt til rættis og viðlíkahaldið hevur haltað. Nógvir bilar eru á vegnum, bæði koyrandi og parkeraðir. Tað hevur við sær, at mest sum allir brúkarar av vegi og gongubreytum hava avbjóðingar, tá ið vit ferðast runt í býnum. Eisini er Klaksvík vorðin ein stór gjøgnumkoyring fyri alla ferðslu til og frá restini av Norðoyggjum. Nú nýggir tunlar verða tiknir í brúk seinni í ár, er tað ringt at fáa eyga á bata á ferðsluøkinum. Tí ein kann rokna við, at í og við at umstøðurnar at koyra norð um fjall batna, økist ferðslumongdin frá ferðafólki, vinnuligum virksemi og norðingum annars.

Støðan, sum hon er, kundi verið nógv betri, um okkara fólkavaldu høvdu verið framskygd og planlagt seg út úr ferðsluóskilinum. Heldur hinvegin hava kommunupolitikkarnir lagt  hart út fyri at fáa linjuføringina norð um býin, í staðin fyri suðurum. Ein loysn, sum hevði bøtt munandi uppá støðuna. Men her er eingin vegur aftur. Vit íbúgvar mugu nú síggja veruleikan í eyguni og taka tað har frá. Og tað er við tí fyri eyga, at eg skrivi hetta, fyri at koma við onkrum boði uppá, hvat vit kunnu gera fyri at bøta um støðuna.

 

Endamálið

Eg síggi fyri mær, at vit planleggja ein bý, har bilurin fyllir minni. Ein livandi býur er ein býur, har vit síggja fólk og fólksligt virksemi. Tað skal bera til at fara runt til gongu ella við súkklu, uttan at verða forðaður av fløktari ferðslu. Bilurin er eitt hent flutningstól, men hann skal ikki vera framhevjaður og fáa fyrstu parkett. Planleggingin kann heldur ikki vera, sum um tað er summarfestivalur hvønn dag. Bilarnir mugu av vegnum, so at vegirnir kunnu brúkast til tað, teir vóru gjørdir til: tvívegis ferðslu.

Onkutíð er tað frammi, at nakrir vegir skulu gerast einvegis, men tað er at bukka undan trupulleikanum og gera støðuna verri, við at skapa meira koyring og lata allar bilar vera á vegnum. Ferðslan má vera flótandi og innanfyri ferðsluhámark.

 

Átøk, sum muna og mál at miða eftir

Setur ein sær mál, so veit ein í øllum førum, hvat miðast skal ímóti. Verður tað stungið út í kortið, at um eitt ávíst áratal, so verður parkeringsbann sett á ávíst vegstrekkir, so kunnu kommuna og borgarar arbeiða saman um at loysa uppgávuna. Loysnir kunnu vera ymiskar, millum annað at kommunan ger planering, um borgarar gera restina. Eisini kann ein velja at smalka ávísar gongubreytir og lækka vagkantin, so at bilar fáa parkera tættari. Uppstrikan av parkeringsplássum hjálpir eisini at effektivisera plássbrúkið.

Sjálvandi kunnu tað koma ymiskir trupulleikar og okkurt stríð, men verður ikki byrjað eitt stað, so stendur støðan, sum hon er, við. Ikki minst er tað týdningarmikið at taka borgararnar uppá ráð, tí teir hava ivaleyst leingi hugsað um møguleikar og loysnir, sum kunnu gera teirra øki meira ferðsluvinarligt.

Hjalmar Zachariassen
Sjálvstýri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni