Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vøllurin verður kanska ikki klárur til KÍ-NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.06.2024 - 09:05 Ítrottur Tíðindi

Graslíkið verður í hesum døgum skift við Djúpumýrar. Fyrsti dystur skal eftir ætlan spælast fríggjakvøldið, tá KÍ fær vitjan av NSÍ.

Men arbeiðið at leggja á tekur sína tíð, og tað krevst gott veður, tá ymiskt skal gerast. Jón Harald Poulsen er vallarvørður og hann sigur, at tað er óvist, um vøllurin verður klárur.

- Í dag verða linjurnar gjørdar, men so krevjast tveir dagar ella gott tað til at koyra sand og børk í, og tá skal tað verða turt. Gongur alt eftir vild og veðrið spælir við, so verður vøllurin kanska klárur fríggjadagin, sigur Jón Harald Poulsen við Norðlýsið. Hann sigur, at KÍ er kunnað um støðuna um, at vøllurin kanska ikki verður klárur til fríggjakvøldið. 

Hyggja vit eftir veðurforsøgnunum, so síggja vit, at sagt verður frá regni í pørtum av mikudegnum, hósdegnum og fríggjadegnum. Tí er ivasamt, um veðrið fer at spæla við. Harafturat kann leggjast afturat, at slíkt graslíkið ikki er gott at spæla á fyrstu tímarnar eftir, at tað er endaliga klárt. Tað krevur at verða bustað og spælt til í nakrar dagar, men ofta gongur ein tíð, áðrenn graslíkið er heilt gott, tí tað skal ’’spælast til’’.

Verður graslíkið ikki klárt, so eru nakrir møguleikar við KÍ-NSÍ-dystinum. Ein er, at dysturin verður útsettur nakrar dagar, men tá kann tað ikki verða longri enn til sunnudagin, tí hósdagin spæla KÍ-B36 síðsta dystin áðrenn summarsteðgin. Ein annar er, at KÍ og NSÍ býta um heimadyst, so NSÍ fær heimadyst móti KÍ nú, meðan KÍ so fær heimadyst móti NSÍ seinni í ár, tá liðini eftir ætlan skulu spæla í Runavík. Sum skilst hevur NSÍ fingið hendan møguleikan, men har krevst, at NSÍ sigur gott fyri tí. Har er eingin avgerð tikin enn. Ein annar møguleiki er, at KÍ fer at spæla heimadystin á øðrum góðkendum vølli. Tá er kanska mest upplagt at hugsa um Sarpugerði, tí KÍ og Víkingur fara nú at hava sama slag av graslíki eins og KÍ og Víkingur samstarva um vøllin í Klaksvík til altjóða dystir. Hetta er eisini nærmasti vøllur hjá KÍ. Víkingur hevur heimadyst leygardagin, so vøllurin í Sarpugerði er møguliga tøkur til dyst í Betri Deildini fríggjakvøldið.

Í síðstu viku fór teppið av nógva vindinum, men Jón Harald sigur, at hetta seinkaði ikki arbeiðnum, tí tað tók bara eina lítla løtu at leggja alt aftur.

Norðlýsið fylgir málinum sum skjótt sum okkurt nýtt hendur. Eftir skránni er dysturin KÍ-NSÍ fríggjakvøldið kl. 18.30.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…