Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaflokkurin vil tryggja, at barsilsútgjaldið ikki stendur í stað

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  28.09.2024 - 12:00 Politikkur Tíðindi

Tað skal ongantíð vera ein fíggjarligur smeitur at fara í barnsburðarfarloyvi. Tí mugu vit tryggja, at barsilsútgjaldið ikki stendur í stað í longri tíð, eins og tað hevur gjørt í nógv ár. Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.

 

Fyri fyrstu ferð í 20 ár hækkaði hámarksútgjaldið úr barsilsgrunninum. Upphæddin fór úr 25.000 upp í 30.000 krónum.

Árini  frammanundan  hava  broytingar í barsilsskipanini fyrst  og fremst  snúð  seg  um  at  hækka  vikutalið  fyri  barnsburðarfarloyvi,  og pengarnir eru farnir  til  tað.

Í undanfarna  valskeiðivarð  komið  á  mál,  og  vikutalið  er  nú  52 vikur.

 

Tíðin er nú komin at seta sær nýggj mál.

Vit mugu tryggja, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað

At hámarksupphæddin hevur staðið í stað í nógv ár, hevur havt við sær, at upphæddin ikki hevur fylgt við lønarvøkstrinum í samfelagnum.

Hetta hevur elvt til, at fleiri hava ein fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi.

Tøl hjá Hagstovuni vísa, at miðalløninfyri hvønn persón er kr. 33.000, tað vil siga kr. 3.000 yvir hámarkið í dag. Mennirnir liggja á kr. 38.500 í miðal, meðan kvinnur liggja á kr. 27.400.

Í miðal fáa menn stóran fíggjarligan miss av at fara í barsilsfarloyvi, meðan kvinnur í miðal eisini høvdu fíggjarligan miss, áðrenn hámarkið varð broytt.

Tað hevur hjálpt at hækkað útgjaldið upp í 30.000 krónur, men tryggjast má, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað í longri tíð.

Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…