Lýsing
Lýsing
Lýsing

Merktu grindirnar tætt saman

SKRIVAÐ: Havstovan  |  28.09.2024 - 08:00 Tíðindi

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu var stutt, bert áleið 5 fjórðingar.

 

 
Merkta grindin úr Klaksvík hevur, síðan hon var merkt 16. september, ferðast suðureftir, vestan fyri Føroya-, Ytra- og Ytsta banka, og síðan suður á Hatton banka.

Samstundis hevur grindin , ið var merkt á Fuglafirði 3. september, ferðast norður eftir, eisini móti Hatton banka.

Men hvørgin grindin steðgaði á í økinum. Klaksvíksgrindin helt kósina áfram í ein útsynning, og er nú farin út á djúpari vatn, meðan Fuglafjarðargrindin vendi suður aftur í Hatton dýpið, haðani hon var komin.

Samband er enn við fýra sendarar, og merktu hvalirnir í báðum grindum fylgjast tætt. At slóðirnar kortini stundum fara nakað sundur, er orsakað av misjøvnum neyvleika, tá fylgisveinarnir rokna knattstøðuna hjá grindasendarunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…
Eftirlønarútgjaldið í 2025 er 6.455 kr.