Lýsing
Lýsing
Lýsing

Burturkastkunngerðin er longur burtur nú enn hon var í desember

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður  |  24.06.2024 - 12:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í november 2023 setti eg Ingilín D. Strøm ein fyrispurning um málið, og tá var svarið, at kunngerðin væntandi fór at verða lýst í februar 2024. Nú sigur hon, at tað verður ikki fyrr enn í oktober

 

Tá eg í desember í fjør fekk svar frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um nær nýggja burturkastkunngerðin fór at verða lýst, segði hon, at væntandi fór kunngerðin at verða lýst í februar 2024 (altso um tveir mánaðir). Men av tí at kunngerðin framvegis ikki var lýst í juni, spurdi eg aftur sama spurning, og nú verður sagt í svarinum, at kunngerðin væntandi verður lýst fyrst í oktober (um smáar fýra mánaðir). Eftir hálvum ári hevur kunngerðin flutt seg uppaftur longur út í framtíðina.

Soleiðis er tíverri við flestu málum, sum hava við orku- og umhvørvi at gera. Tey taka vanliga nógv longri tíð enn ætlað.

Eg setti sjálvur arbeiðið í gongd við at gera eina nýggja kunngerð um burturkast. Tað var í februar 2020, at eg bað Umhvørvisstovuna gera arbeiðið, og tey fingu freist til 1. juni sama ár, tá arbeiðið skuldi vera liðugt.

Men arbeiðið dró út, og hvørja ferð eg spurdi eftir tí, var svarið, at nú var tað næstan liðugt, men har kom einki úrslit.

Tá eg fór úr landsstýrinum, segði eg við eftirmannin, Magnus Rasmussen, at hetta sá út til at vera eitt arbeiði, sum rykkjast mátti eftir, tí annars var vandi fyri, at einki hendi. Tað sama segði eg við Ingilín D. Strøm, tá hon tók við sum landsstýriskvinna.

Fyri skjótt trimum árum síðani skrivaði Dimmalætting, at arbeiðið við nýggju kunngerðini um burturkast var um at vera liðugt, og at bara nakrir tekniskir smálutir vóru eftir at gera, áðrenn uppskotið kundi latast landsstýrismanninum, men heldur ikki tá hendi nakað meira.

Í november 2023 setti eg Ingilín D. Strøm ein fyrispurning um málið, og tá var svarið, at kunngerðin væntandi fór at verða lýst í februar 2024. Nú sigur hon, at tað verður ikki fyrr enn í oktober.

- So mugu vit bara vóna, at tað hesaferð veruliga verður í oktober.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Jan vitjar Norðlýsið
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"