Lýsing
Lýsing
Lýsing

Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2024 - 17:06 Mentan Tíðindi

Norðlýsið hevur gjørt samrøðu við Øssur Kjølbro, sum júst er innsettur í kallið sum prestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi. Eftir at hava ferðast víða kring landið sum hjálparprestur og avloysari kann ein siga, at Øssur er komin heim, hóast hann ongantíð í veruleikanum er farin frá okkum

 

 

(Grein úr blaðnum)

 

Øssur Kjølbro er 49-ára gamal, er føddur í Klaksvík og uppvaksin á Biskupsstøð, og hevur havt ein uppvøkstur, sum helst mann minna nógv um uppvøkstrarnar hjá so mongum øðrum í Klaksvík – skótar, KÍ, útróður, fiskivinnan, Kósin, ungdómsmøti í KFUM og so framvegis. Øssur byrjaði longu at ganga í kirkju sum 10-ára gamal, tá Henning Bøgesvang, fólkakæri presturin í Christianskirkjuni, var í vælmaktini. Seinni gjørdist Øssur deknur har í 2 ár, og tað var eisini Bøgesvang, sum heitti á kirkjuráðið um at seta hann í tað starvið. 

Øssur er giftur við Ann Mari, ið eisini er úr Klaksvík, og tey eiga børnini Mariu, Rakul og Janus. Familjan hevur altíð búð í Klaksvík við undantaki av lestrarárunum í Danmark. Øssur hevur alt tað, hann kann minnast, havt eina kristna trúgv, og hann hevur verið virkin í ungdómsarbeiðinum í KFUM. Øssur hevur bæði gingið í ungdómslegur og barndómslegur hjá Heimamissiónini, og har vóru tað fleiri, sum bóru uppá mál, at Øssur átti at lisið teologi/gudfrøði. 

Sum ungur ivaðist Øssur í at lesa samfelagsfrøði ella stjórnmálafrøði, eins og tað eina løtu lá í kortunum at lesa veðurfrøði: – “Tá Jólaódnin júst hevði herjað í 1988, settu mong spurningin: »Hvar kom hatta frá?«”, og tann spurningurin upptók eisini Øssur, men til tað skuldu pappírini við serliga góðum kunnleika í fysikk og kemi vera í lagi, og tað hevði Øssur ikki, og hevði ikki hug at supplera. Seinni fór onkur í familjuni tann vegin, sigur Øssur við einum smíli. Hann greiðir soleiðis frá um, hví valið fall á gudfrøðina.

– “Faktiskt bestemmaði eg meg ikki fyri at fara niður at lesa teologi fyrrenn stutt áðrenn, eg søkti. Eg fór niður í 1994 og var so niðri í Keypmannahavn í tilsamans níggju og eitt hálvt ár. Ann Mari kom eisini niður, og vit giftust og byrjaðu okkara familju niðri, har elsta dóttirin er fødd. Valið fall á teologi vegna áhuga fyri teologiskum spurningum, bíbliusøgu og kirkjusøgu, umframt trúarlæru, skrifttulking og annað, og tað upptók meg nógv”, sigur Øssur, og heldur fram: 

 – “Fyrstu tíðina var tað bara áhugin fyri gudfrøðispurningunum, ið dreiv verkið. At tað skuldi gerast prestastarv, kom ikki fyrenn nógv seinni. Man búnast undir lestrinum, og við tíðini varð eg eisini virkin í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn, meðan eg las. So við og við blivu fleiri og fleiri liðug at lesa, sum eg las saman við, og summi teirra gjørdust prestar. Samstundis gekk eg eisini í danska kirkju, nevniliga Samuelskirkjuna, har Bergur Jacobsen var prestur”, minnist Øssur. 

Síðani Øssur varð liðugt útbúgvin á jólum í 2003, hevur hann røkt ymisk størv í Føroyum. Nýggja prestkallið er tað fyrsta starvið, Øssur hevur søkt og fingið – øll hini størvini, hann hevur havt, er hann vorðin »headhunt'aður«, t.v.s. biðin, til. Fyrsta starvið var sum missiónsskrivari hjá Missiónsfelagnum, síðani fekk hann starv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini við skrivstovu í Nesvík, harnæst aðalskrivari sama stað, sum hann røkti í umleið tíggju ár. Øssur hevur eisini verið redaktørur á Trúboðanum, herundir leiðari fyri netmiðilin hjá blaðnum. 

Í 2018, samstundis sum Øssur var í starvi hjá Heimamissiónini, varð hann prestvígdur. Lógin loyvir, at ein kann gerast prestvígdur, um ein er í leiðandi starvi innan kirkjutengda tænastu; tá kann ein gerast óløntur hjálparprestur. Øssur byrjaði sostatt sína karrieru sum óløntur hjálparprestur í Eiðis Prestagjaldi saman við Emil Olsen. Sum óløntur hevur ein ikki skyldu at hava umleið 4 guðstænastur um árið.

Spurdur um hann ætlar at messa í Christianskirkjuni, sum Emil Olsen var tiltikin fyri, sigur Øssur, at tað verður neyvan, men at hann hevur lært at messa á Pastoralseminarinum:

 – “Tá ið ein er útbúgvin gudfrøðingur, kann man, um man vil gerast prestur, taka ½ ár á Pastoralseminarinum. Har lærir man eisini at messa. Men tað var so snilt innrættað, at tímarnir í »messing« vórðu lagdir fríggjadag seinnapart, so vit møttu ikki so væl upp til tað. Men mær dámdi sera væl á Eiði, á Norðskála, í Funningi og við Gjógv, ikki minst tá legurnar vóru, og kirkjan á Norðskála var á tremur við børnunum, eins og smáu kirkjurnar norðantil í Eysturoynni. Fólkini har eru ikki mong í tali, men tey eru ómetaliga trúføst”, sigur Øssur, og heldur fram:

 – “Eg havi eisini verið avloysari fyri Hanus (í Gørðum, áður Simonsen, blðm.), á Viðareiði, Nes prestagjaldi og síðani aftur á Viðareiði. Tað hevur mær dámt ómetaliga væl, hetta við at vera avloysandi hjálparprestur, áðrenn eg at enda kom her í kallaði í Norðoya Vestara prestagjaldi”, sigur Øssur Kjølbro. Víðari sigur hann:

– “Tá ið eg varð skipaður í kallið í Christianskirkjuni hendan sunnudagin visti eg, at tað var ein stórur dagur. Eg varð tikin eitt sindur á bóli av, at tað varð gjørt so nógv burturúr, og eg lúgvi ikki, tá eg sigi, at eg havi fingið nógvar, nógvar hundrað heilsanir í sambandi við prestkallið, og tað eri eg øgiliga takksamur fyri. Eg eri sjálvur doyptur í Christianskirkjuni, konfirmeraður har, giftur har, børnini doypt har, og eg havi verið kirkjuráðslimur, formaður í Kirkjuráðnum og deknur har, tilsamans í minst 10 ár, herundir tá nógv hendi við restaureraðari altartalvu, nýggjum bonkum og listarverkinum hjá Edwardi (Fuglø, blðm.) í kirkjukjallaranum”, sigur nýsetti presturin. 

– “Alt hetta ger, at her er onki ókent, men nakað sum er spennandi, er kombinatiónir. Norðoyggjar eru býttar í 2 prestagjøld, har annað hevur ein stóran bý íroknað Ánir og Oyri, og so hava vit 4 smærri bygdasamfeløg sum Árnafjørð, Kunoy, Mikladal og Húsar. So tú kanst bæði prædika í Christianskirkjuni, sum er størsta og flottasta kirkjan í landinum, sunnudag, og so fara út í smáu kirkjurnar, har fólkið er færri í tali, men har man merkir serliga væl, at føroyska fólkasálin rørir seg, og tað dámar mær væl”, sigur Øssur Kjølbro eisini, og letur nøkur orð falla um samstarvið millum prestarnar í Norðoyggjum. 

– “Vit eru 2 prestar her; eg og Marjun Lómaklett, og hon hevur verið her í 9 ár, og vit kennast frá ungum árum úr KFUM & K, har Hanus Simonsen, nú á Gørðum, sum eg nú avloysi í kallinum, eisini hevur gingið. Eg og Marjun hava gingið í parallellflokki, og vit gingu í sama flokki á HF í Klaksvík, har rættiliga nógvir prestar hava gingið. So vit kennast væl og hava arbeitt væl saman. Vit hava eitt prestatoymi, har presturin á Viðareiði eisini er við, og vit avloysa hvønn annan, har hann eisini vitjar Klaksvíkar Sjúkrahús, Niðristovu, Heimið við Vágna, Uppistovu, Sambýlið í Bøgøtu, Vistarheimið, Sambýlið á Heygnum og Skálagarð.”, sigur Øssur at enda.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…