Lýsing
Lýsing
Lýsing
Onkur dunna pikkaði enntá uppundir borðið, vitandi at har lá ein betri bolli og ein kaffimunnur afturvið. | Mynd: Dávur Winther

Marglætisdunnur á Biskupstorgi

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  25.06.2024 - 20:21 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Dunnurnar, sum børnini plagdu at fóðra oman móti Biskupsstøð, kenna seg helst trongdar upp í ein krók av byggingini her.

Hesar kæru dunnurnar, sum høvdu sína glaðu tilveru við Ósánna og oman móti munnanum við Biskupsstøð, hava nú funnið sær betri ”haga” yviri á Biskupstorgi.

Her var í dag serliga heitt - sum í einum potti og gingu hesar errnu dunnur og biddaðu millum borðini. Tøkkin var eitt frægari skvøtt, sum fremmandu gestirnir í ringasta føri fingu á beinið ella skógvarnar.

Onkrar av dunnunum, kendu seg so væl heima her, at fleiri teirra enntá pikkaðu uppundir borðið, vitandi at har lá ein betri bolli og ein kaffimunnur afturvið.

Fremmandu gestirnir takkaðu tí ”kindly” fyri, tá ið eg royndi at reka dunnurnar burtur, tó at tær vóru so ”fittar”. Men tær ætlaðu sær als ikki at forláta selskapið og ”hagabeitið” – Tær fluttu seg bert eitt trin niður og løgdu seg uppafturá at sóla sær í góðveðrinum.

Kanska verðu frægari, tá ið arbeiðið við at seta vindeyguni í á Húsarhaldsskúlanum er liðugt, so her aftur valdar friður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin vil tryggja, at barsilsút…
Ruth leggur fíggjarlógar­uppskotið fram
Snotiligar dagføringar hjá P/­F Reyni Ser…
Løgmaður vitjað vesturi í Vágum
Norð­urlendsku hjarta­felagskapir­nar havt…
Merktu grindir­nar tætt saman
Malan Johansen háðar tey eldru
Margit Johansen fekk tænastumedalju kong…
Heystglóð í heyst­frítíð­ini
Myndarøð: Vinnudagur í Varpinum
Myndarøð: KÍ vann 3-0 móti Víkingi
Veðrið um vikuskiftið
Stuðla bróstunum í oktober
Mentan­arvirðislø­nir landsins 2024 í Varp…
Terja Ósá Sivertsen stillar upp
Hugnaligur føðingardagur í Norðoya Spari…
Harrapoddur á Norð­lýsinum
Klaksvík Snarathlon
Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru…
Tann stóri feilurin er at kommunu­leiðsla…