Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stríð norðoyinga fyri sjúkrahúsinum við søguligum baksýni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.06.2024 - 12:26 Leiðarin Politikkur

Er tað veruliga so umráðandi fyri Landssjúkrahúsið at vera inn yvir lokalu loysnirnar á smærru sjúkrahúsunum báðum? Tí ongin kann ivast í, at umdømið hjá Landssjúkrahúsinum avgjørt ikki er vorðið betri av tí.

 

Fyrstu ferð, vit vita um, at norðoyingar venda sær til landsmyndugleikarnar fyri at fáa heilsubót á staðnum í Norðoyggjum, er í 1858, tá norðoyingar vendu sær til landsmyndugleikarnar við áheitan um at fáa lækna settan. Hetta fekk Napoleon Nolsøe, landskirurg í Havn, at mæla frá við tí argumenti, at fólk vestan Múla væl kundu søkja lækna í Havn, og tað framgongur eisini av skjalatilfari, at landskirurgurin óttaðist at missa inntøkur, tí vandi var fyri, at eysturoyingar eisini fóru at søkja lækna í Klaksvík (tá: Norðuri í Vági), um lækni var har.

 

Einki nýtt undir sólini

Ynskið um lokala læknahjálp í Norðoyggjum og mótviljin ímóti tí úr Tórshavn eru sostatt javngomul; bæði kunnu sporast aftur til 1858. Í ummælinum skrivar landkirurgurin í Havn m.a.:

Det er […] en afgjort sag, at i Tilfælde af at en Læges Ansættelse i Vaagi [Norðuri í Vági, t.e. í núverandi Klaksvík] vil den største og den mest velhavende Deel af Østerø, nemlig den nordlige og den østlige, søge Vaagi, da Veien til dels er kortere og dels som Vandvei langt beqvemmere. Det vil af ovenanførte være indlysende, at en Læges Ansættelse i Vaagi […] Landkirurgens Indtægter væsentlig ville være forringede, baade med Hensyn til hans Praxis og hans Medicamenthandel. Denne Formindskelske af Landkirurgiatet ville minst komme til at udgøre ¼ af samme. (ummæli frá Napoleon Nolsøe, dagfest 20. mai 1858. FLS, Amtsarkivið, pakkin Nordøernes Lægedistrikt (ældre); h.v. í hornklombrum).

Men løgtingsmenninir Jacob Jacobsen og Heine Heinesen halda tvørturímóti, at alt talaði fyri at seta lækna í Klaksvík. Amtmaðurin er samdur við teimum báðum og ikki landkirurginum, meðan danska Løgmálaráðið er meira afturhaldandi. Her var trupulleikin peningur; danska stjórnin er ikki so heit fyri at gjalda, hóast hon rindaði fyri lækna í Suðuroynni, og spurningurin um privata fígging verður vendur. Málið koyrir aftur og fram millum Løgtingið, amtmannin og Løgmálaráðið, sum avvísir málið í fyrstu syftu, men í 1868 kemur so nýggj umsókn úr Norðoyggjum, og nú kemur gongd á.

Lækni og læknahús komu í Norðoyggjum í 1872. Fyrsti læknin var Osvald Emil Petersen. Síðani komu Johan C. Federspiel, Christian Hansted og í 1892 Axel Ludvig Adolph Bartsch. Bartsch var eldsálin, sum stríddist saman við norðoyingum og eysturoyingum at fáa sett á stovn sjúkrahús í Klaksvík, sum kom í 1898. Hann stuðlaði sjálvur sjúkrahúsinum við trivaligari peningaupphædd úr egnum lumma. Sjúkrahúsið kom, og tá ið tað var komið í fasta legu, flutti Bartsch aftur til Danmarkar.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús avmyndað fyri 1950 árunum - Mynd: Norðoya Fornminnasavn

 

Læknastríðið

Tað er ógjørligt at umrøða søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi uttan at nevna Læknastríðið í 1953-55. Øll hava hoyrt um Olaf Halvorsen, men tað er ikki líka alment kent, at Halvorsen byrjaði á Landssjúkrahúsinum. Hann varð koyrdur úr Læknafelagnum vegna vælkendu sakina um óhepna tilknýti sítt til donsku nazistarnar. Halvorsen varð ikki dømdur og vildi tí ikki gjalda sakarmálskostnaðin, sum Læknafelagið kravdi. Tí kundi hann ikki fáa fast starv. Hann var hjálparlækni í Tórshavn, og tað sigst, at landslæknin og stýrið í sjúkrahúsverkinum vistu, at Halvorsen fór at gerast ein trupulleiki vegna rættarmálið, og teir sendu hann tí til Klaksvíkar fyri at útflyta trupulleikan, teir sóu fyri sær fór at koma.

Hetta gav bakslag. Halvorsen gjørdist sera populérur sum lækni í Klaksvík, og tað vísti seg at vera ógjørligt fyri kreftirnar í miðstaðarøkinum og í Danmark at fáa hann settan frá aftur, tá teir vildu tað. Hetta enntá hóast tiltikna Hundaskipið, M/S Parkeston, og Rolf Krake við 120 politistum umborð, vórðu beitt eftir klaksvíkingum. Til endans fór Halvorsen sjálvur, og eftir stóðu norðoyingar í altjóða pressu sum sjálvbjargnishetjur, sum ikki vildu lúta fyri harraboðum úr Tórshavn ella Keypmannahavn, men vildu hava sjálvsavgerðarrætt. Tað vunnu teir partvís við, at leiðslan í sjúkrahúsverkinum varð desentraliserað og lokal leiðslað skipað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tann sigurin varð gjørdur til einkis góð trýss ár seinni í 2018, tá sjúkrahúsini aftur komu undir felags leiðslu.

 

Læknar blóma á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Men áðrenn tað hendi, er vert at taka fram serliga tveir læknar, sum gjørdu Klaksvíkar Sjúkrahús til ávikavist tað besta í landinum og heimskent. Tann fyrri var Gordhan Rajani. Eisini hann byrjaði á Landssjúkrahúsinum og væntaði at sleppa at halda fram har, men tað var tað onkur, sum ikki ynskti. Hann gjørdist tí lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og haðani vendi hann upp og niður upp á læknakynstrið í Føroyum. Tað sigst at fólk ferðaðust úr øllum landinum fyri at heilsa upp á hann, ja, enntá bert fyri at nerta við hann.

Hin læknin var Leopold Recht. Hann var rheumatologur, giktalækni, sum kom á Klaksvíkar Sjúkrahús miðskeiðis í 1980’unum, eisini eftir áheitan úr Tórshavn. Hann framdi eina vísindaliga granskingarverkætlan á staðnum, har hann kom fram til, at tað var nøgdin av Omega-3, sum gjørdi, at giktapínan hjá føroyingum var ikki eins ring sum aðrastaðni. Hesi tíðindi gingu allan heimin runt, og áhugin fyri Omega-3 eksploderaði. Leopold Recht gjørdist stutt eftir hetta professari, og tað er onki at ivast í, at ritgerðin hevði sítt at týða fyri tað.

Soleiðis hevur Klaksvíkar Sjúkrahús gjøgnum søguna tikið ímóti læknum, sum tað ikki var pláss til á Landssjúkrahúsinum ella í Havn, og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava teir veruliga blómað.

 

Sjálvstøðug lokal leiðsla

Vit síggja eisini, at tíðarskeiðið, har Klaksvíkar Sjúkrahús sjálvt veruliga blómaði, var tíðarskeiðið 1955-2018, tá var sjálvstøðugt við egnari leiðslu. Tað er tá, at nógv tey størstu frambrotini hendu.

Tí er nærliggjandi at hugsa, at um Tesla 3-skannarin hevði komið tá, hevði hann ongantíð blivin nøkur gøla. Sjúkrahúsið hevði sjálvstøðugt kunnað tikið ímóti skannaranum – júst sum Landssjúkrahúsið sjálvstøðugt hevur tikið ímóti minst tveimum skannaragávum frá vinnulívinum, uttan at nakar mutaði ímóti – og hevði kunnað tikið hann í nýtslu í egnum tempo, uttan at tað skuldi vendast við nakran leiðslubólk við manning úr Havn fyrst.

Eisini fyri stjóran á Landssjúkrahúsinum hevði tað verið gott; hann hevði onki havt at sagt í Klaksvík og tí heldur ikki følt seg tilsíðissettan. “Álit” frá stjóranum í Havn hevði ikki verið relevant og sostatt heldur ikki kunnað blivið ein trupulleiki. Heldur ikki hevði aðalstjórin í Heilsumálaráðnum fingið eina kanningarstjórasak upp á hálsin, í øllum førum ikki av somu orsøk.

 

Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

At enda kann parallellur dragast til dialysumálið í Suðuroynni. Bæði tað og skannaramálið hava havt sera nógv gott við sær. Suðuroyingar skulu ikki longur ferðast langt fyri at fáa dialysu, og føroyingar sum heild noyðast ikki longur uttanlands fyri at sleppa í MR-skannara. Hartil hevur Landskassin spart nógvar pengar av báðum málunum. Einastu trupulleikarnir við nýggju tilboðini hava verið fótonglarnir frá sjúkrahúsinum í miðjuni, ið seinkaðu málunum báðum munandi.

Er tað veruliga so umráðandi fyri Landssjúkrahúsið at vera inn yvir lokalu loysnirnar á smærru sjúkrahúsunum báðum? Tí ongin kann ivast í, at umdømið hjá Landssjúkrahúsinum avgjørt ikki er vorðið betri av tí.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsan frá Føroyska Bíbliu­felagnum
Bjartalíð: Ein góð avgerð at fara til No…
Video: Patrik Johannesen følir seg heima…
Ringið til jóla­mannin
Skipini hjá Sverra
Jóla­heilsan frá Rainbow Spirit
Jóla­heilsan frá Christian í Grótinum
Fýra nætur fyri jól vil Dennis Holm koll…
Eru einglar­nir horvnir?
Tøkk - Jutta á Hædd
Jóla­heilsan fra Olympic Energy
Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalista…
Jóla­heilsan frá Saeborg
Jóla­heilsan frá Esvagt Froude
Jóla­heilsan frá Eldborg
Jóla­heilsan Hav Streym
Jóla­konsertir hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Veðrið í jóla­vikuni
Bylgju Cup 2024
- Høvdu hesir veggirnir kunnað talað