Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oddbjørn Vágslíð ger sendirøð um Hank Williams

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  16.06.2024 - 18:02 Mentan

So er senior countrytoymið, Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen, aftur í Kringvarpi Føroya við einari minnissendirøð um lív og lagnu hjá einum country sangara, sum er farin foldum frá. Til at taka sær av tí tøkniliga, hava teir allierað seg við Erik Biskopstø, ein fyrrverandi kvf-tøkning til at taka upp, klippa, og snikka hesa sendingar til at fara út í luftina til Føroya fólk í gjøgnum KvF.

Tann persónur vit fara at hoyra um í hesari minnissendirøð, sum verður í 8 pørtum, er søgan um Hiram (Hank) Williams, føddur í 1923 og deyður í 1953. Sum bert gjørdist 29 ára gamal.


Tá ið ein tosar um country tónleik, so sum at yrkja og seta løg til sangir, er Hank Williams tann størsti country sangarin, sum hevur livað. Ongin einstakur country sangari hevur broytt hesa sjangru so nógv sum Hank Williams í sínum stutta lívsskeiði.


Sjálvt um tað eru liðin 71 ár, síðan Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag, tað vil siga, at teir eru tíðarleysir.

Eitt annað sum Hank Williams framdi, og sum ongin annar country sangari hevur gjørt tað honum eftir, er at hann framførdi country tónleik undir tveimun nøvnun. Tá ið hann framførdi sum Hank Williams, vóru tað ofta sangir um brotnan kærleika frá konuni Audrey. Tá ið hann framførdi sum “Luke The Drifter”, vóru tað ofta andaligir sangir, sum vóru revsandi og formanandi.


Tað kemur ikki av ongum, at Hank Williams innan country tónleikaraheimin verður nevndur “The Hillbilly Shakespeare”. Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við skaða í rygginum og um barna- og ungdómsár.

Sendingin verður send hvønn mánadag kl. 16:05

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni