Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunningartiltak um Genomisk Medicin og FarGen

SKRIVAÐ: Heilsustýrið  |  17.06.2024 - 08:07 Tíðindaskriv

Týsdagin 18. juni skipar Heilsustýrið fyri kunnandi tiltaki um arbeiðið hjá deildini fyri Genomisk Medicin á Ríkissjúkrahúsinum og um FarGen

 

Heilsustýrið og Genomisk Medicin skrivaðu fyrr í ár undir samstarvsavtalu, sum eitt nú inniber at menna leistir fyri persónlagað medisin í Føroyum. Genomisk Medicin stendur eisini fyri at gera genomkanningar fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Í sambandi við at umboð fyri Genomisk Medicin í hesum døgum vitja í Føroyum, verður skipað fyri kunnandi tiltaki í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum 18. juni kl. 14.30-16.00.

Á skránni verða framløgur um:

FarGen og samstarvið við Genomisk Medicin
Next generation sequencing
Frá blóðroynd til genetiska frágreiðing
Avleiðingar av genetiskari útgreining
Samtykki
Kliniskt dømi um persónlagað medisin
HBOC-verkætlanin
Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Deildin fyri Genomisk Medicin er staðsett á Ríkissjúkrahúsinum, og stórur dentur verður lagdur á samstarvið við klinisku deildirnar fyri at stuðla undir verksetingina av persónlagaðum medisini. Grundfestið í persónlagaðum medisini er, at ílegusamansetingin hjá einstaklinginum hevur týdning fyri, hvussu viðkomandi tekur ímóti medisinskari viðgerð, og hvussu ávísar sjúkur raka. Kortleggingin av genominum er tí ein týðandi liður í menningini av persónlagaðum medisini.

Eitt av aðalendamálunum við FarGen hevur frá byrjan verið at skapa grundarlag fyri persónlagaðum medisini í Føroyum. Eftir ætlan verða fyrstu genomini frá FarGen lisin hjá Genomisk Medicin seinni í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…