Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sonhard Johannesen uttast til vinstru fortaldi nógvar góðar. Hann er sera spentur til dystin í kvøld har Týskland tekur móti Danmark. Tit kunnu sjálvi gita hvørjum hann heldur við :) | Mynd: Jóhann Lützen

Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2024 - 11:23 Mentan Myndarøð Tíðindi

Lagið var gott í hølunum hjá Norðoya Bátafelag, tá Norðlýsið vitjaði í morgun. Stóra grindin, sum legði beinini í gjár og KÍ sigurin ígjár móti NSÍ fylti í prátinum, men eisini tilstundandi Bátahugnin í Klaksvík, ið verður um tvær vikur

 

Tað er altíð gott prát leygarmorgun um 10 tíðina í hølunum hjá Norðoya Bátafelag. Tey bjóða kaffi og rundstykkir. Typirnar sum vitjað, skulu vit siga, hava gott útstød, so prátið gongur lystiliga og lætt. 

KÍ sigurin ígjár móti NSÍ fekk fleiri góð orð á vegnum, Norðlýsið fekk nøkur skot og síðani vælsignaða grindin, sum legði beinini í Hvannasundi í gjár, har hópin av hvalum, vóru fluttir til Klaksvíkar har grammir og svangir gómar, skóru upp í morgun snimma. 

Eisini fólk í koyristóli kunnu uttan trupulleikar vitjað hølini hjá Norðoya bátafelag. Finnur Hvidbro fegnaðist um lyftina, sum er sett upp. 

 

Bátahugni í Klaksvík 

Jóhanna í Ytsthúsi, forkvinna í Norðoya Bátafelagi bað okkum minna allar siglararar á bátahugnan í Klaksvíkk vikuskiftið 12. til 14.juli.

- Bátafelagið skaffar bátapláss, el og vatn, eisini seta vit nøkur borð við beinkjum á langsíðuni á bátabrúgvunum, eisini verđur telt set upp til felags brúk, meðan tað góða lagið og hugnan, koma tit/vit sjálvi við, sigur Jóhanna

- Øll eru hjartaliga vælkomin við at gjalda 300 kr inn á konto nr 9865 3239769 og viðmerkja bátanavn og tlf. nr. Enn er pláss, sigur Jóhanna við Norðlýsið at enda

Lýsing
Seinastu tíðindini
Húsarhalds­skúlin við flagtaki
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Komið øll við á Djúpumýri
Lokalur leikari gjørt nýggjan sáttmála v…
Nógv stendur uppá spæl í gamla klassikar…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Heimskendir tónleikarar vitja Varpið
Eurovision í Norð­lýsinum
Grillhugni í góðveðri­num: KBI bjóðar við…
Kappingaravlag­andi fyri NFCS, at túrar t…
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Ársmøti…
Vikuskiftismøt­ini hjá Kirkjuliga Missión…
Lendi til íbúðarverkætlan til sølu - Dag…
Páll A. Klettskarð og Odmar Færø hava gj…
Myndarøð: Holland vann á Fraklandi
Gøtan á Kallin
Nýggjur útróðrarbátur í Klaksvík
Bøgøta stongd í samband við fótbóltsdyst
Lána pengar fyri at fíggja hallið á fígg…
Lands­royndir og próvtøl í miðdeild eru i…