Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Nógvar umstríddar støður móti báðum liðum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.06.2024 - 16:15 Ítrottur Tíðindi

Misnøgdin var øgilig í NSÍ-leiðrinum eftir dystin í gjárkvøldið um nakrar dómaraavgerðir. Men í KÍ kann man eisini seta spurnartekin við summar dómaraavgerðir.

Sjáldan í nýggjari tíð hevur so stór sjónlig ónøgd verið um dómaran í føroyskum fótbólti sum tað var í NSÍ eftir dystin í gjárkvøldið. Ein javnur og spennandi dystur, har bæði liðini lupu á og har nógv hendi í báðum brotssteigum frá byrjan til enda, hóast sjálvt fótbóltsspælið ikki altíð var tað besta. NSÍ kom á odda 1-0 í 56. minutti, men KÍ vendi øllum við málum í 83. og 95. minutti og vann 2-1.

Tá vit hyggja eftir samandráttinum frá dystinum kunnu vit staðfesta, at hetta var ein dystur við nógvum umstíddum dómaraavgerðum. Men í fleiri av støðunum ber ikki til at staðfesta útfrá upptøkunum, um dómarin dømir rætt ella skeivt. Og hóast ónøgdin var sjónlig í NSÍ, sum sjálvsagt kemst av, at NSÍ tapti, so vóru eisini nakrar støður, nærum eins nógvar, sum gingu ímóti KÍ, har fleiri settu spurnartekin við, um tað var rætt ella skeivt dømt.

 


Hesar umrøddu støður gingu ímóti NSÍ:

- Petur Knudsen fær gult kort fyri at filma seg til brotsspark, har summi hildu tað verða brotsspark

- Steffan A. Løkin fær ikki brotsspark, tá hann fer um koll

- Adi Terzic fer um koll, men fær ikki fríspark, har KÍ skorar aftaná

- Páll A. Klettskarð hevnir seg eftir, at Petur Knudsen hevur hálað í hann. NSÍ-arar vilja hava reytt kort

- Páll A. Klettskarð fær brotsspark, sum NSÍ-arar halda er ikki brotsspark

 


Hesar umrøddu støður gingu ímóti KÍ:

- Claes Kronberg fær kolldømt mál fyri at brúka arm, sum upptøkurnar ikki kunnu staðfesta

- Klæmint A. Olsen skorar, har KÍ vil hava rangstøðu

- Beinir Nolsøe brúkar arm, har KÍ-leikararnir rópa eftir brotssparki

- Petur Knudsen hálar í Páll A. Klettskarð og KÍ-arar halda, at Petur skal hava seinna gula kortið

 


Vit skulu ikki meta um støðurnar, tí tað hevði verið best við uttanveltaðum fakfólkum at mett um. Ein umstríddur dystur fyrr í ár var grannauppgerðin millum HB-B36, men har fekk dómarin, Dagfinn Forná, rós frá dómaraleiðaranum í FSF, Lassanum Isaksen, í KVF-sendingini Fótbóltsprát fyri at raka rætt í flestu av umtalaðu støðunum. So vil tíðin vísa, um eftirmetingin eisini fer at siga, at Kári á Høvdanum rakti rætt í flestu av støðunum í hesum dystinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arbeiðið á reinsiverki­num avhendað
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Flestar royndir úr 3. og 4. bestu deildi…
Espen Haug til og við 2025 - Jonas N. Ni…
Ellinor og sluppirnar
EM Skotiđ viđ Jákup Mikkelsen og Pætur R…
Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri f…
Bjarni Restorff in memoriam
Sóknast eftir motorbáti
Jacob Vestergaard nýggjur sýslumaður í N…
Blaðið í summarferiu
Virðismikil vitan fyri skeyti
Takksamur fyri møguleikan
Evi Tausen við trio á Summar Festival
KÍ og HB hava nógv flestar eittmálsigrar…
Simona Eivinnsdóttir væl fagnað í Varpin…
Opera og sangleiks-konsert í Varpinum í…
Bridgek­vinnu­r­nar vinna fyrsta dyst
KÍ kvinnur­nar taptu í Gøtu í gjár
Birgit Hartmann Jacobsen, studentaskúlal…