Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Flestar royndir úr 3. og 4. bestu deildini í Norra

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.07.2024 - 21:06 Ítrottur Tíðindi

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, restina av 2024 umframt 2025, hevur ikki nógvar venjararoyndir frá høgum stigi.

Espren Haug bleiv í kvøld kunngjørdur sum venjari hjá KÍ í 2024 og 2025. At hann bleiv venjari restina av 2024 er neyvan óvæntað fyri mong, tí tað eru fleiri mánaðir síðani, at Norðlýsið skrivaði, at tað var sannlíkt.

Hinvegin er tað óvæntað fyri mong, at Espen eisini er settur fyri 2025. Tí KÍ hevur ikki sæð serliga sannførandi út, hóast tað kanska hevur verið framgongd frá farna venjara. Av níggju dystum er ein dystur, sum kann bólkast sum sannførandi sigur. Tað var tá KÍ vann 4-0 á heimavølli móti botnliðnum B68. Og av trimum dystum móti teimum báðum fremstu liðunum hevur KÍ tapt tveir.

Eins og við Magna Hoseth og Haakon Lunov, so hevur KÍ ikki raðfest venjararoyndir frá høgum stigi. Espen Haug hevur nógv flestar royndir frá 3. bestu deildini í Norra og síðani nøkur kappingarár í 4. bestu deildini í Norra. Í 2016 var hann venjari sítt einasta ár í næstbestu deildini, tá hansara lið endaði aftast í næstbestu deildini og flutti niður. Sí venjararoyndir niðanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…
Odmar, Hallur og Heini venja við aftur
Líggjas 1:53.14 og gull í 200 frí á NMU…
”Føroyar eru vakrastu oyggjar­nar í heimi…
Elsebeth Mercedis: Búfólkini á Skálagarð…
Sjúkra­húsverkið við nýggjari heimasíðu
Bridge: Eysturríki mátti aftur lúta
Borgar­stjó­rin stillar upp aftur