Lýsing
Lýsing
Lýsing

Opera og sangleiks-konsert í Varpinum í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2024 - 14:11 Mentan Tíðindi

Showtime í Varpinum í dag kl. 17

 

Show Time verður eitt brak av einari konsert, sum verður fylt við fjølbroyttum teaturtónleiki, m.a. úr kendu operuni ‘Carmen’ og sangleikinum ‘Jekyll and Hyde’.

Lurtarin kann vænta sær eina undirhaldandi framførslu á høgum støði, har hann verður tikin á eina tónleikaliga ferð gjøgnum nógvar ymiskar stílar og tíðarskeið innan opera- og sangleiks heimin.

Hugskotið við verkætlanini er at sameina kunnleikarnar og áhugamálini hjá tónleikarunum í eina konsert, sum fevnir víða. Hetta ger, at konsertin heldur áhugan hjá lurtaranum, sum verður hugfangaður av fjølbroytta tónleikinum.

Repertoirið úr opera- og sangleiks heiminum verður sjáldan framført í Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning fyri føroyska mentanarlívið, at tað gerst møguligt at uppliva góðar framførslur av júst hesum sjangrunum. Hetta er við til at hugkveikja føroysk børn, ung og møguliga eisini eldri. Harafturat mennir hetta teirra mentanarligu fatan.

 

Tónleikarar:

Borgfríð Fonsdal er sangari og býr í løtuni í Barcelona, har hon lesur sangleik á skúlanum the Institute of the Arts Barcelona. Umframt sangleiks-sjangruna hevur hon nógvar royndir innan klassiskan sang. M.a. hevur hon gingið eitt ár á víðagitna sangskúlanum Vadstena Sång- och Pianoakademien í Svøríki.

Bergur Fonsdal hevur fingist við rútmiskan tónleik størsta partin av tónleikalívi hansara, serliga innan fyri jazz. Seinastu árini er hann tó vorðin støðugt meira hugtikinav klassiskum kontrabassi. Hetta hevur havt við sær, at hann hevur ognað sær pláss á høgt metta skúlanum HAMU (the Academy of Performing Arts in Prague) sum næmingur hjá tí kenda kontrabassistinum Jiří Hudec.

Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lisið klassiskt klaver á det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn í flokkinum hjá professor Jens Elvekjær. Í 2022 vann hann tónleikakappingina Stella Polaris. Haraftrat var hann solistur við Føroya Symfoniorkestri til nýggjárskonsertina í fjør.

Við síðuna av útbúgvingum teirra hava tey trý drúgvar royndir á ymsum pallum, sum fevna víða um sjangrurnar klassiskt, jazz og sangleik.

Tey hava stórar ambitiónir fyri tónleikaligu listina í Føroyum og gleða seg til at seta eina konsert saman, sum vísir nøkur av teirra yndis gullkornum úr hesum sjangrunum.

Keyp atgongumerki her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Líggjas 1:53.14 og gull í 200 frí á NMU…
”Føroyar eru vakrastu oyggjar­nar í heimi…
Elsebeth Mercedis: Búfólkini á Skálagarð…
Sjúkra­húsverkið við nýggjari heimasíðu
Bridge: Eysturríki mátti aftur lúta
Borgar­stjó­rin stillar upp aftur
SEV, hvat er nú til ráða at taka?
Ólavsøku­framsýningin hjá Lions
Beinir Johannesen: Heimurin er ikki svar…
Nýggj matstova í Saltangará
KÍ vunnið flestar sigrar í yvirtíðini
Knýta sambond millum Føroyar og Japan
Móður, faðir og sonur vinna bridgelandsd…
Arbeiðið á reinsiverki­num avhendað
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Flestar royndir úr 3. og 4. bestu deildi…
Espen Haug til og við 2025 - Jonas N. Ni…
Ellinor og sluppirnar
EM Skotið við Jákup Mikkelsen og Pætur R…
Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri f…