Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2024 - 10:33 Mentan Tíðindi

Aftur í ár hevur Lions Club Tórshavn listaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn á ólavsøku, har alskyns listafólk sýna fram síni listaverk í tilsamans fýra dagar – alt samalt til frama fyri vælgerðarendamál.

 

Hesaferð letur framsýningin upp seinnapartin leygardagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til týsdagin 30. juli. Leygardagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og týsdagin er opið klokkan 16-20.

Sum vant, er framsýningin opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – bæði ólærd, sjálvlærd og onnur. Longu kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er sunnudagin 21. juli.

Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi mikudagin 24. juli millum klokkan 16 og 18, og óseld listaverk skulu heintast har týsdagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal: https://lionstorshavn.wufoo.com/forms/p1ajjdth08le2f3.

Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2024, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á ww.lions.fo og aðrastaðni

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…