Lýsing
Lýsing
Lýsing
Faðurin, Carl Mikkelsen, og sonurin, Arne Mikkelsen, læra hvønn annan eftir hvør sín sigur mánadag.

Móður, faðir og sonur vinna bridgelandsdystir – á hvør sínum liði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.07.2024 - 22:21 Tíðindi

Carl Mikkelsen og sonurin Arne Mikkelsen vunnu báðir mánadagin hvør sín landsdyst í EM í bridge í Herning. Carl á veteranlandsliðnum og Arne á besta landsliðnum. Mamman, Arnleyg, vann sunnudagin landsdyst á kvinnulandsliðnum

 

 

Tey trý bridgelandsliðini eru við til EM-kapping í Herning.

Carl Mikkelsen úr Hoyvík lærdi bridge í 1973, júst heimkomin úr Danmark og hevur síðani verið virkin bridgespælari og er nú á veteranlandsliðnum. Arnleyg og sonurin Arne lærdu bridge siðst í 80-unum. Arnleyg er á kvinnulandsliðnum og Arne á opnum liði, sum er besta landsliðið.

Carl hevði Arna við sær í Bridgehúsið, tá Arne var 14 ára gamal.

Og væl hevur hilnast. Arne Mikkelsen er ein av stinnastu bridgespælarum í landinum og hevur vunnið eitt ótal av FM-heitum.

Sunnudagin var hann á besta liðnum, sum vann 20-0 á Grikkalandi, sum er størsti sigur í til ber at vinna og er samstundis fyrstu ferð Føroyar hava vunnið so nógv í einum bridgelandsdysti.

EM-kappingin er komin í helvt og endar hósdagin.

 

Móðurin Arnleyg – her longst til høgru saman við Mariu V. Hansen og Marjun Restorff - er á kvinnulandsliðnum og var at vinna sunnudagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…
Prógvhandan – Klaksvíkar HF skeið
Lea O. Højsted nýtt met í 100 m bringu
Gadus siglir heim
Framrættaður leikari til KÍ
Botnbrak í Klaksvík í kvøld
Tilbúgvingin eigur at verða styrkt
Statt ikki eftir á kaiini – bílegg pla…
Telja hval á sjeynda sinni
Ellinor og sluppirnar
Formula fingið herðaklapp fyri sítt avri…
Kular Røtur & Smíl á Norð Festivali­num 3…
Odmar, Hallur og Heini venja við aftur
Líggjas 1:53.14 og gull í 200 frí á NMU…
”Føroyar eru vakrastu oyggjar­nar í heimi…
Elsebeth Mercedis: Búfólkini á Skálagarð…
Sjúkra­húsverkið við nýggjari heimasíðu
Bridge: Eysturríki mátti aftur lúta
Borgar­stjó­rin stillar upp aftur