Lýsing
Lýsing
Lýsing

Facebookuppsløg hjá Mildrid orsøk til uppsøgn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2024 - 18:05 Tíðindi

Á fundi tann 1. juli 2024 fekk Mildrid á Lógv at vita, at Almannaverkið hevur ætlanir um at siga hana úr starvi sum leiðari á Skálagarði. Av frásøgn frá fundinum, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, sæst, at uppsløg á Facebook eru partur av grundgevingunum fyri ætlaðu uppsøgnini.

 

Tann 1. mai 2024 bleiv Mildrid á Lógv frítikin fyri starvsuppgávur sínar sum leiðari á Skálagarði og heimsend við løn. Síðani hevur ávíst fundarvirksemi og skrivligt samskifti verið partanna millum. Tað framgongur av almennum innliti, sum Norðlýsið hevur fingið. Serliga eru tað tveir aðrir fundir, sum tykjast at hava verið avgerandi: Tann 28. mai 2024 og so tann 1. juli, tá Mildrid fær upplýst, at Almannaverkið nú ætlar at siga hana úr starvi. Norðlýsið hevur sum fyrsti miðil fingið alment innlit í notat frá fundinum tann 1. juli. 

Í telduposti frá Gunn Ellefsen, advokati hjá Almannaverkinum, gongur fram, at innan fundin tann 28. mai, hevði leiðslan í Almannaverkinum eina vón um, "at tað kundi lata seg gera at endurskapa álitið á Mildrid á Lógv, soleiðis at hon kundi fara aftur til arbeiðis sum leiðari á Skálagarði". Hetta var tó treyta av, at hon arbeiddi víðari við teimum viðurskiftum, sum Almannaverkið ikki metir eru nøktandi í hennara leiðslu. 

Eftir fundin tann 28. mai gongur tó heilt galið, sambært Almannaverkinum. Tann 16. juni letur Mildri á Lógv sínar viðmerkingar til eitt fundarnotat frá fundinum tann 28. mai. Viðmerkingarnar vóru so umfatandi, at notatið fór frá at vera 7 síðr til at verða 83 síður. Á fundinum 1. juli upplýsir Almannaverkið fyri Mildrid, at tey meta, "at orðavalið í notatinum í fleiri førum er illoyalt móti leiðsluni á AV". 

Á fundinum setur AV eisini spurning við, um Mildrid við sínum facebookvirksemi hevur verið illoyal mótvegis leiðsluni í AV. Víst verður til, at Mildrid millum annað hevur deilt eina upptøku við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, har Mildrid hevur viðmerkt: "Gott Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir (tummil upp)". 

Eisini hevur Mildrid givið ein "tummil upp" til fylgjandi facebookviðmerkingar hjá øðrum viðmerkjarum:

"Hetta er so langt úti. Har mugu nógv høvd rulla, um tað er nakað rættvísi til. So klossut framferð eigur at fáa fylgjur. Vónandi heldur tú høvdið høgt."

"Sodan. Almannaverkið burdu fingið eina nøs. ATB góða Mildrid á Lógv."

Á fundinum tann 1. juli luttók umframt Mildrid eisini maður hennara Hanus á Lógv, kommunulækni, sum sambært fundarnotatinum "viðmerkti forhánisliga til viðmerkingarnar til atburðin hjá Mildrid á facebook, um AV nú ætlaði sær at bestemma, hvat Mildrid deilir á facebook". Til hetta staðfesti AV, at "Mildrid kann deila tað hon vil á facebook, men at hennara atburður á facebook hóast hetta kann ávirka hennara framtíðar møguleikar fyri at vera leiðari á Skálagarði".

Eisini framgongur av fundarnotatinum, at leiðslan í AV hevur uppliva, at Mildrid síðani hon bleiv heimsend hevur roynt at forða virkandi leiðsluni í at útinna sítt arbeiði. Eitt nú við at siga við starvsfólk, sum ætlaðu at taka við starvi á Skálagarði, at tað skuldu tey ikki. Hetta avsannar Mildrid á fundinum. 

Leiðslan í AV fílist á fundinum eisini á, at starvsfólk og borgarar á Skálagarði vita alt ov nógv um samstarvið millum eindarleiðsluna í AV og Mildrid. Tá evnið á fundinum blívur samstarvið millum eindarleiðaran Elin Danielsen (ED) og Mildrid á Lógv, kemur øði í Mildrid framgongur av notatinum. Mildrid vil vera við, at eindarleiðarin stutt fyri jól 2023 var komin á Skálagarð og hevði sagt einum starvsfólki úr starvi. Eindarleiðarin er við á fundinum og vísir hesum aftur. 

"Tá rópti Mildrid "Jú tú gjørdi! Tú lýgur." Eisini Hanus á Lógv tók undir við, at Elin sat og leyg. Tá Hanus á Lógv byrjaði at greiða frá, hvat ED hevði sagt undir umsorganarsamrøðuni, har Mildrid helt, at ED hevði sagt starvsfólkinum úr starvi, vísti ED á, at Hanus var ikki til staðar undir samrøðuni.

ED royndi at greiða frá, hvussu samrøðan var farin fram, og hvat hon hevði sagt, men bleiv aftur og aftur avbrotin av Mildrid, sum sat og endurtók harðmælt "Tú segði hana úr starvi!"

Viðmerkjast skal, at ED hevur ikki sagt nøktum starvsfólki á Skálagarði úr starvi.

Til síðst á fundinum upplýsir AV, at Mildrid í næstum fer at fáa ætlanarskriv um uppsøgn úr starvinum sum leiðari á Skálagarði, har hon tó fær bjóða annað starv í Almannaverkinum. Mildrid boðar á fundinum frá, at hon ikki ynskir at taka av nøkrum øðrum starvi í Almannaverkinum, tí so vil hon heldur fara aftur í Sjúkrahúsverkið at starvast. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?
Hvørjar Føroyar?
Burðatalið vaks í 2024 - og fleiri nýføð…
Stór ráðstevna um ítrótt: Frá spælandi b…