Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tvey grundøki undir Høganesi til sølu til íbúðarbygging

SKRIVAÐ: nes.fo  |  10.07.2024 - 11:45 Tíðindi

Nes kommuna lýsir hervið tvey grundøki til sølu til íbúðarbygging. Grundøkini, sum eru við Høganesvegin á Toftum, eru ávikavist eru ávikavist 2.316 m2 og 5.625 m2.

 

 

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál – íbúðir.

Tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini. Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur dent á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Ognirnar (2.316 m2 og 5.625 m2, tilsamans 7.941 m2) verða seldar undir einum. Prísurin er kr. 275,- fyri fermeturin.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Nes kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu sendast til SÓKN Advokatar, att. Eyðbjørn Larsen, adv., Jekaragøta 10, Postboks 258, 110 Tórshavn, telefon 660500 ella 219325 og teldupost eyl@sokn.fo. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Øll, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 20. september 2024, kl. 12:00.


 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…