Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

KÍ rendi seg í ódnarveður í Malmø

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.07.2024 - 20:54 Ítrottur Tíðindi

Tað var stórur munur á liðunum, tá Malmø vann 4-1 á KÍ í kvøld.

Mongu heimaáskoðararnir fóru glaðir tíl hús, tí eftir 4-1 sigurin er Malmø sera sannlíkt í 3. umfari í Champions League.

KÍ byrjaði væl, men tá 21 minuttir vóru leiktir, vóru báðir teir verjukendu leikararnir á miðvøllinum farnir at reika og so var gott pláss hjá Lasse Johnsen at skjóta langtskot í mál. Í 37. minutti var persónligt mistak í vinstru síðu hjá KÍ, og tað revsaði heimaliðið eftir, at málverjin Mark F. Jensen fyrst stórbjargaði. Og beint áðrenn hálvleik fekk heimaliðið økt til 3-0 uppá eitt skot, sum ikki hevði so nógva styrki, men har ein kanska eisini kann seta spurnartekin við, um verjuleikarin verjir síðuna sum hann skal.

Um miðjan seinna hálvleik fekk KÍ minkað um munin, tá gott forarbeiði av Jóannes K. Danielsen, sum annars hevði tað sera torført í verjustøðu, fann Árna Frederiksberg, sum við høgra beini skeyt millum beinini á málverjanum, og so hevði Árni skorað sítt 9. mál í Champions League fyri KÍ. Í 85. minutti staðfesti Malmø sigurin, har KÍ-verjan hugdi ov nógv fótbólt og so var 4-1.

Samanlagt ein dystur, har Malmø var greitt omaná, og tí lýsir 4-1 helst væl leikgongdina. Mark F. Jensen í KÍ-málinum kundi kanska gjørt okkurt við okkurt av málunum, men hann hevði eisini so nógvar góðar bjargingar, at samanlagt mundi hann kanska verða besti leikarin hjá KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag