Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hóast Føroyar og Ísland kalla hvønn annan vinar- og brøðratjóðir, samskifta vit á bretskum

Bryndís Haraldsdóttir á bretskum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  27.07.2024 - 18:53 Mentan Politikkur Tíðindi

Undarligt, at forsetin í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir, sum er frá Íslandi, tosar á bretskum við ein føroying. Hetta í KvF í kvøld kl. 18.

Íslendingar og føroyingar hava í øldir verið væl og kent seg hava nógv felags mál at samskifta og vinna um og við.

Vit kalla hvønn annan vinar- og brøðratjóðir, men mugu samskifta á bretskum – Tað er løgið. Tosar ein íslendingur ræðið og sakta, so skilja nógvir/flestu føroyingar – Mikið meira fyrr, tí tá var samskiftið og samvinnan við Ísland so mikið størri.

Eg nevndi einaferð við ein íslending, at vit eru brøðratjóð. Nei, segði íslendingurin, vit eru eitt og sama fólk!

Men at forsetin í Norðurlandaráðnum samskiftir á bretskum, eigur ikki at koma uppá tal. Hon kundi í minsta lagi tosað norðurlendskt. Um ikki norskt ella svenskt við fullum seglum, so blandað norðurlendskt, sum ofta verður brúkt í norðurlendskum samskiftishøpi.

Bara ikki brekst! Tað er at distansera seg ella at skapa eina óneyðuga frástøðu! Bryndís Haraldsdóttir, sum er íðin og skilagóð í politikki - hevur sitið á Altingi OG er forseti í Norðurlandaráðnum, átti at verið savnandi, sum hon er í orðum, tí hon metir, at Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum. Men hetta skuldi veriðið gjørt og sagt á norðurlendskum í minsta lagi.

Norðurlendingar eiga og skulu samskifta á norðurlenskum máli - ikki bretskum. Veit væl at tað er ein minniluti í Finnlandi, sum tosar norðurlendskt. Men í umtalaða førinum, norðurlendskt.

Tað er frálíkt og skilagott at duga brekst, sum kann brúkast til eina rúgvu – eitt heimsmál! Men í hesum føri: ”at skjóta skurvar við kanónum”! Ikki savnandi!

Málið hevur nógv við samleikan at gera. Tí er tað klárt og einasta rætta, at tá ið vit samskifta við ein norðurlending um norðurlendsk viðurskifti, so tosa vit á norðurlendskum! Serliga ein forseti!

Góða eydnu við at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Lýsing