Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góð úrslit í fyrra hálvári

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.08.2024 - 07:34 Tíðindi Vinna

Úrslitini hjá Føroya Banka-samtakinum eru góð, nú roknskapartølini fyri fyrra hálvár eru kunngjørd í dag. Úrslitið fyri fyrra hálvár var 175 mió. kr. fyri skatt, samanborið við 162 mió. kr. fyri skatt fyrra hálvár í 2023.

 

 

Føroysku húsarhaldini og føroyska vinnan hava tað framvegis gott og hava víst seg at hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og høga inflatiónstrýstinum seinastu árini. Nú er inflatiónin minkað, og rentan hevur verið um tað hægsta.

”Gongdin í øðrum ársfjórðingi var góð. Vit hava ein góðan grundleggjandi rakstur og eitt gott úrslit í fyrra hálvári, sum m.a. er merkt av eini øking í útláni og innláni og góðari gongd á virðisbrævamarknaðinum. Vit eru fegin um, at niðurskrivingarnar eru á einum væntaðum støði, og at okkara kundar hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

 

Góðar innlánsrentur og ókeypis netbanki

Fyrr í ár gjørdist netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, sum nú kunnu fáa netbanka og gera flytingar – vanligar ella sum inngjaldskort – ókeypis. Tað sæst aftur í lægri inntøkum frá tænastugjøldum í fyrra hálvári.

Útlánsrenturnar lækkaðu við upp til 0,25%-stigum í juli, meðan rentan á bundnu innlánskontunum framvegis er tann sama, so kundar fáa framhaldandi eina góða rentu fyri sín innistandandi pening.

”Vit kunnu staðfesta, at talið av samansparingum er vaksið. So kundar gera sær dælt av góðu innlánsrentunum, og tað er gott at síggja, tí tað kann gera stóran mun hjá tí einstaka at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu. Harumframt er hækkingin í samansparingum seinasta árið eitt tekin um, at kundarnir yvirskipað hava tað gott fíggjarliga,” sigur Turið F. Arge.

 

Niðurstøða í málinum hjá Fíggjareftirlitinum

Nú er Fíggjareftirlitið komið við einari niðurstøðu í málinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi. Fíggjareftirlitið metir ikki, at tað kann skjalprógvast, at marknaðirnir fyri íbúðar- og vinnubygningar í Føroyum og Grønlandi eru væl virkandi og skipaðir.

”Avgerðin hjá Fíggjareftirlitinum merkir, at peningastovnar í Føroyum og Grønlandi skulu binda meiri pening í ávísum førum, tá ið teir læna pening til íbúðar- og vinnubygningar. Ávirkanin av hesi niðurstøðu er tikin við í okkara tøl fyri hálvárið,” sigur Turið F. Arge.

 

Roknskapurin í stuttum:

  • Úrslitið fyri skatt er 175 mió. kr.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 133 mió. kr.
  • Niðurskrivingar á útlánum eru 16 mió. kr.
  • Útlánini hjá bankanum eru 9,0 mia. kr.
  • Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
  • Innlánini hjá bankanum eru 9,2 mia. kr.
  • Veruligi kjarnukapitalurin er 25,6%
    Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 225-255 mió. kr.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu