Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brandar og Ester Skála á Norð Festivalinum 31. aug. 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.08.2024 - 17:20 Mentan Tíðindi

Nýggi fólksligi bólkurin "Brandar" verður við á ársins Norð Festivali. Lokali bólkurin er mannaður av seks monnum úr Hvannasundi. Teir spæla bæði egin og cover løg, merkt av løttum og fólksligum tónum. Vit gleða okkum til eina hugnaliga løtu saman við hesum gørpum 31. aug.

 

 

Dugnaliga songkvinnan Ester Skála verður í ár at hoyra á Norð Festivalinum. Ester, sum skrivaði sítt fyrsta lag sum einans 12 ára gomul, útgav í 2021 lagið “Unicorn”, sum sama ár vann Áhoyraravirðislønina í FMA (Faroese Music Award).

Tað verður tí ein deilig løta á Viðareiði, tá evnaríka songkvinnan fer á pall. Nú er at gera skjótt av, sølan gongur við rúkandi ferð!

Keyp tíni atgongumerki her og spar pening: https://nordfest.atgongumerki.fo/.../2346743/order/info

Minst til, at Føroya Tele bussurin koyrir ókeypis frá sandinum í Klaksvík til Viðareiðis hvønn tíma allan dagin/náttina, so góðir møguleikar eru at skaffa sær fart báðar vegir.

Nøvn sum longu eru kunngjørd á Norð Festivalinum 2024: TV-2, Týr, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen (Eyðun, Terji og Kim), Grandma’s Basement, Signar í Homrum v/ bólki, Vágaverk, Maria R. á Heygum, Døgg Nónsgjógv, Karl Martin Samuelsen, Jens Marni Hansen, Ottar Skottar, Kular Røtur & Smíl og Rut Brend saman við Mikkjal Hvannastein.

Tað er á Viðareiði 31. aug. 2024 tað sker!
 
nordfest.atgongumerki.fo
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…