Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjómannaguðstænasta í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Orð og mydir: Dávur Winther  |  18.08.2024 - 15:18 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag var sjómannaguðstænasta har Marjun Lómaklett, sóknarprestur prædikaði.

Men tað serliga við hesi guðstænastuni var, at umboð vegna manningar frá Vædderen, Draganum og Westward Ho lósu epistulin og evangeliið undan prædikuni.

Epistulin: Jákupsbrævið kap. 3, 1-12 las Uffe Christensen, tiltaksleiðari á Vædderen, og Evangeliið: Matteus kap.12, 31-42, lósu Ólavur Sjúrðarberg frá Draganum og Dánjal Joensen frá Westward Ho.

Tað var væl av fólki í kirkju og eisini partur av manningini frá nevndu skipum.

Prestur nevndi hátíðarhaldið, minni og virðingina fyri sjófólki okkara umvegis Sjómannadagin, í verið hevur. Eisini tað ríkidømið, sum kemur úr sjónum – okkum øllum at gagni.

Kom eisini inn á, at kirkjurúmið vanliga verður kallað, ”Skipið” – at kirkjan er eitt skip, sum siglir á lívsins havi, bæði ódn og í logn, har hann, sum øllum valdar, situr afturi í rong við stýrisvølin.

Báturin, sum hongur í kirkjuni – áttamannafarið, Dorotea, ið fyrstur vann upp land aftur hin ódnaveðursdagin, tollaksmessudag í 1913, hongur nú í kirkjuni til minnis, virðingar og prýðis.

Ja, tað man líða væl, at hetta helst er einasta fiskifar í fullari stødd, ið bæði hevur verið prestbátur og fiskifar, sum hongur í nakrari kirkju.

Ein hátíðarlig guðstænasta eisini við frálíkum sangi, har Jóhanna Johannessen tráddi urguna – væl stuðlað av Hanusi P. N. Kjølbro og Ragnari Árnason Joensen við frálíkum hornblástri.

Eftir sjómannadagsguðstænasta heilsaði Marjun Lómaklett, sóknarprestur, fólkunum við ynski um ein góðan sunnudag.

Veðrið var gott, so manningarnar stúgvaðust uttanfyri og prátaðu um góð minnir eftir hesi frálíku ferð á hesum sinni.  

Merkið

Westward Ho hevði eina uppgávu eftir – Teir skuldu beina leið til Nólsoyar, har teir skuldu lata Ovasavninum flaggið, teir høvdu havt við sær á regatta ella flaggsigningini til Danmarkar í juni 2019.

Sunnudagin 2. juni 2019 var stórur hátíðardagur fyri, at tað vóru 100 ár liðin, síðani Merkið á fyrsta sinni var borið fram alment. Stór skrúðgonga gekk frá Norðuratlantsbryggjuna til gamla studentabýlið, Regensen, har Mouritz Mohr gekk við Merkinum á odda.

Mouritz Mohr er abbasonur Kjartani Mohr, sum fyri 100 árum síðani bar Merkið í skrúðgonguni tá.

Tað er hetta flaggið, sum nú skal í varðveitslu á Ovasavninum í Nólsoy.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takið sjómanna­dagsblaðið heimvið ókeypis
Hornorkstrið spældi sálm undir Lishøvda
Standa fyri lívi 
Fiskaklettur landar góð 51.000 pund
Sjómannaguðs­tænasta í Christians­kirkjuni
Upptakt: B36-KÍ
Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu m…
Mangla orkuna til 3. umfar og play-off
Fjórðu ferð at ein sigur endar við samla…
KÍ vann toppdystin
Tøkk - Fríðborg Dusina Petersen
Toppdystur í Runavík í dag
Nógvur makrelur landaður í Ánunum
Bilur farin omanav stangavegnum
Trump: Nú er tað upp til Zelenskij
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%
Vit fara á Munkagrunnin
Ávirkari hevur yvir 100.000 fylgjarar –…
Elvir tíðindaflutn­ingur Kringvarpsins ti…
Gadus siglir heim