Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vágbingur til DM í bodybuilding 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.09.2024 - 21:38 Ítrottur Tíðindi

59 ára gamli Vágbingurin Gunnar Hjelm, sum er búðsitandi í Havn, luttekur til DM í bodybulding, ið ferð fram í døgunum 14. og 15. september í MCH Herning Kongrescenter 

 

 

“Tað eru 34 ár síðani eg fyrstu ferð var við til DM í bodybulding”

Seinast “the grand old man” stó á pallinum innan bodybuilding, var tá hann royndi seg til danska meistaraheitið fyri 13 árum síðan, í 2011, har tað eydnaðist honum at fáa eitt 2.pláss.
Í 2018 gjørdi Gunnar Hjelm eina roynd at luttaka til DM, men sum ikki eydnaðist av ymiskum orsøkum.

"Nú er tíðin komin til eg aftur vil royna meg, og sjálvt um árini eru blivin tey fleiri og kroppurin ikki er tann sami, sum tá ein var 25 ár, so ber væl til at seta sær nýggj og stór mál og røkka teimum”

“Ta seinastu tíðina havi eg vant í New Fitness í Danmark, har eg venji tvær ferðir um dagin. Vónandi komi eg á pallin í besta Rocky stíli, og vísi mína allar bestu útgávu av mær sjálvum til DM tann 14. septembur 2024 í MCH Herning Kongrescenter”

“Lívið er ikki liðugt, hóast eg fylli 60 ár í novembur. Vit hava øll okkurt at bjóða uppá og tað má aldrin vera ein spurningur, um hvussu gamal ein er.
Viljin í hjartanum førur okkum altíð fram á leið, til tað vit eru best til" sigur Gunnar at enda.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum